Russiski risin, Nikolai Valuev, er nú aftur heimsmeistari í boksing. Ætlaði dysturin um WBA-heitið millum Valuev og Ruslan Chagaev tann 30. mai varð annars av ongum, tá Chagaev gav avboð vegna sjúku. Tí er Chagaev nú dømdur at tapa dystin móti Valuev. Chagaev fær tó møguleikan at vinna bæði IBF- og WBO-heitið, tá hann tann 20.juni skal í ringin móti Wladimir Klitschko.










