Value for Money

Andras Róin

Sjarmerandi at síggja Dimmalætting og Sjónvarp Føroya ganga hond í hond í einum stríði fyri kundaáhugamál. Flott og hásinnað soleiðis at verja brúkaran og kempa fyri »Value for Money« til øll. Djúptborandi journalistikkur á la Føroyar anno 2005.

Internet breiðband frá Føroya Tele er væl dýrari enn í Danmark og Svøriki, og kundin fær minni samskiftisorku. Tað er rætt, og tað er eisini okkara aðalendamál at veita fleiri, betri og bíligari tænastur. Tað eru tó eisini evropeisk lond, sum eru væl dýrari at samskifta í, men tað er sjálvsagt ikki nøkur góð søga.

Tað gongur rætta vegin, og eru fjarskiftisprísirnir sum heild lækkaðir niður í ein triðing tey seinastu 8 árini - mest áðrenn kappingin byrjaði. Íløgur verða gjørdar fyri umleið 100 milliónir krónur um árið til tess at tryggja framtíðar tørvin og fyri at tryggja, at okkara kappingarneytar eisini hava nakað at bjóða. Enn er tó eitt stórt arbeiði eftir, og er tað okkara uppgáva, at vit skulu teljast millum tey bestu og bíligastu londini. Soleiðis vilja vit tryggja virðini í felagnum - felagið sum vit øll eiga.

Dygd, mongd og prís
Eg loyvi mær eyðmjúkt, inspireraður av slóðbrótandi journalistikkinum, at spyrja:

Um donsk bløð taka 13.00 kr. fyri 50 - 100 síður, hví kostar Dimmalætting so 13,00 kr fyri 10 síður, lýsingar undantikið?
Um tú fyri 2.000,00 kr um árið í Danmark (bíligari gjøgnum Televarpið), kannst fáa DR1, DR2, P1, P2, P3 og P4, 20 tímar um samdøgrið, - hví kosta Útvarp og Sjónvarp Føroya so 3.500,00 tvangsútskrivaðar krónir.
Kunnu hesi dømini hava nakað at gera við kostnaðin av at framleiða, sæð í mun til marknað og kundagrundarlag? Um so er, kann hetta so hugsast at verða galdandi innan onnur økir enn Dimmu og SVF?

Dimmalætting fekk ilt av, at fólk, um tey hugdu eftir Prix Føroyar gjøgnum Internetið, máttu gjalda fyri hetta. Fleiri feilir eru í greinini. M. a. hava flestu londini ídag ikki »flat rate«, og kostnaðurin sum er nevndur, forútsetur at kundin frammanundan hevur brúkt tey 2 ella 3 Gb, ið fylgja við størru haldunum.
At SVF ikki vil senda Prix Føroyar, men letur tað »streama« á internetinum, kunnu tit altso ikki lasta Føroya Tele ella Kall ella onkran annan internet veitara.

Tað hevði verið so upplagt at latið Rás 1 hjá Televarpinum ókeypis sent Prix Føroyar til teir 4.200 kundarnar sum nú eru. Um kvaliteturin ikki var nóg góður til SVF, so lata vit fegin Rás 1 verða eina lágprís loysn. Discount ella lágprís er jú eisini eitt slag av »Value for Money«.