YouTube, MySpace og aðrar heimasíður við livandi myndum og ljóði verða týðandi partur av vígvøllinum, har komandi løgtingsval skal vinnast. Tað er niðurstøðan hjá samskiftisfyritøkuni hjá Kára Durhuus og Per Højgaard, IssueConsult.
Tvey tey seinastu løgtingsvalini hava verið merkt av, at flokkar og valevni hava rikið valstríð á egnum heimasíðum. Tað verður eisini støðan við næsta val, men vit fara at síggja og hoyra nógv meiri til politikarar og sjónarmið teirra í livandi myndum og ljóði á alnetinum í valstríðnum, sum so smátt er byrjað og skal haldast seinasta lagi 19. januar 2008, siga teir báðir samskiftisráðgevararnir.
Elta útlandið
IssueConsult roknar við, at føroysk valevni fara at ganga í fótasporunum hjá útlendskum politikarum og valevnum, sum leingi hava rikið síni valstríð og politisku branding við video- og ljóðklippum – sonevndum webcast og podcast – á alnetinum.
Í USA hevur leingi verið vanligt, at politikarar netvarpa síni sjónarmið út til veljararnar, og so seint sum í fyrrakvøldið varpaði CNN ljós á júst hesa gongdina, har teir eitt nú vístu á Obama og Clinton sum dømi. Eisini europeiskir politikarar eru komnir rættiliga væl á leið hesum viðvíkjandi.
Fesk dømi eru fráfarni bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum á fronskum máli á YouTube í mai ynskti nýggja franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, tillukku við valsigri sínum. Bill Clinton, fyrrverandi amerikanski forsetin, hevur sín persónliga weblog, har hann í hesum døgum kensluborið greiðir frá ferð síni í Afrika og bardaganum móti AIDS og fátækradømi har.
Í Danmark er Sosialistisk Folkeparti helst tann flokkurin, sum er komin longst við at brúka nýggju samskiftismøguleikarnar politiskt, og floksformaðurin, Villy Søvndal, er longu eitt kent andlit á YouTube.
Smá føroysk fet
Í Føroyum hava politisku flokkarnir tikið fyrstu smáu fetini við livandi politiskum boðskapum. Fólkaflokkurin er helst komin longst við at netvarpa sínar politikarar og teirra sjónarmið, og Sambandsflokkurin hevur eisini nomið við webcast-tøknina á heimasíðu sínari, tó í avmarkaðan mun.
Hinvegin hevur flokkurin hjá løgmanni, Javnaðarflokkurin, lítið og einki gjørt á hesum øki.
Samanlagt eru flokkarnir í Føroyum tó langt aftanfyri útlendsku flokkarnar á hesum øki, men tað er bert ein spurningur um tíð, til heimligu flokkarnir veruliga taka nýggju miðlatøknina til sín og gera hana til part av politisku brandingini.
Økt frælsi
Politiska brúkið av netvarpinum ber í sær, at flokkarnir sleppa undan avmarkingunum í kringvarpslógini og teirri journalistisku redegeringini á føroysku fjølmiðlunum.
Grein 8 stk. 5 í kringvarpslógini bannar lýsingum fyri politiskum áskoðanum, og tað merkir, at flokkar og valevni ikki kunnu keypa sær tíð í lýsingarblokkunum hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tað er ein orsøk til, at føroysku bløðini hava jóladagar í valstríðum.
Við netvarpi á alnetinum er hinvegin frítt slag. Har kunnu flokkar og valevni frítt og við rímiliga góðari mynda- og ljóðgóðsku koma út til ein sera stóran lurtara- og hyggjaraskara við sínum politisku sjónarmiðum.
Á sama hátt ber netvarpingin í sær, at politisku sjónarmiðini verða ikki sáldað frá, broytt ella redigerað á tíðindaredaktiónunum. Alnetið er frítt, og samskiftið er beinleiðis uttan uppíblanding frá blað- ella loftmiðlafólki.
Nýggir kveistrar
Ein sannroynd, sum helst telur nógv hjá politisku flokkunum, er, at alnetbrúkarar – og serliga hyggjarar, lurtarar og lesarar á YouTube og MySpace – eru í lutfalsliga ungum árum. Flokkarnir skríggja vanliga eftir ungum veljarum, og við nýggju samskiftismiðlunum liggur til dømis væl fyri at koma í samband við tey, sum skulu á val fyri fyrstu ferð.
Politisk netvarping er eisini uppløgd hjá nýggjum og ókendum valevnum. Á netinum kunnu tey í friði og náðum greiða frá sær sjálvum og sínum politikki – nakað, sum ikki letur seg so væl gera í vanligum fjølmiðlunum.
Hetta fer tó at seta størri krøv til bæði flokkarnar og móttakarar, tí mongdin av informatiónum fer at eksplodera. Men veljarin, sum er áhugaður í at vita, hvat ymsu valevnini standa fyri, fær nøktað sín tørv. Og tað kann gerast avgerandi táttur í valinum, siga Per Højgaard og Kári Durhuus frá IssueConsult.