Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, er millum teirra, sum bjóða seg fram fyri Sjálvstýrisflokkin á næsta løgtingsvali. Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði uppstillingarfund í gjár.
Sjálvstýrisflokkurin kemur við tíðindaskrivi seinnapartin, men Portalurin hevur fingið váttað, at Kristianna Winther Poulsen er millum teirra, sum bjóða seg fram fyri flokkin.