Valstríð
Valstríðið uppundir kommunuvalið í Suðururoy skal vera sjónligari.
Tað halda teir báðir, Jón Guttesen og Tim Wentzlau á Tvøroyri, sum báðir arbeiða á Auxilior Technology á Tvøroyri.
Teir báðir hava sostatt gjørt ein portal á alnetinum, har teir fara at royna at savna allar valgreinar, øll valevnini og allar listarnar, sum stilla upp til kommunuvalið
Endamálið er at gera kommunuvalið atkomuligari hjá suðuroyingum og ætlandi skal tað bera til at kunnu lesa allar greinarnar, sum valevnini skriva á portalinum.
Annars er eisini ætlanin, at hetta skal vera ein suðuroyarportalur burturav. Hann er gjørdur soleiðis, at tað ber til hjá øllum at leggja greinar. kunngerðir, tíðindi um tiltøk, o.s.f.r á portalin.
Teir báðir stigtakararnir vóna, at eisini kommunurnar kunnu brúka portalin til at kunngerða fyri borgarunum tað, tær hava brúk fyri at kunngerða.
Somuleiðis ber tað til at kjakast á portalinum, sum sæst á www.suduroy.nu