Valstríðið
Valstríð er ein lítil ábending um, hvussu politikkurin hjá einari komandi samgongu fer at verða tey fýra árini, hon eigur at sita. Um jóltíðir í fjør, tók valstríðið dik á seg. Politikarar brynjaðu seg út til eitt hart valstríð. Flokkarnir løgdu eina skrá fyri valið. Einstaklingar høvdu eisini sína skrá. Hetta skal verða okkara boðskapur til fólkið, og okkara boðskapur er tann besti. Velja tit okkum, fáa tit í posa og sekk. Ójavnin og órættvísið í samfelagnum skal nú verða javnur og rættvísur. Valstríðið fram til valið í januar var onki undantak. Hóast tað, so líktist valstríðið ikki heilt teimum undanfarnu. Valstríðið var eitt slag av pappageykarøðulist. Politikararnir endurtóku hvønn annan og allar meiningar vóru eins. Evnini vóru sólarklár. Nú skuldi okkurt gerast við hesi sokallaðu bleytu virðini. Tey bleytu virðini vórðu millum annað flokkað í skúlabyggingar, tey, sum eru menningartarnað og sinnisveik skuldu fáa betri sømdir, heilsupolitikk og mentan og list. Tað er hetta seinasta, sum hevur mín áhuga framum hini. Eg royndi at møta upp til teir politisku fundir, sum vórðu varpaðir í sjónvarpinum og í útvarpum. Samstundis, sum vit royndu at fáa politikararnar at bera fram síni sjónarmið viðvíkjandi korinum hjá listafólkunum, fóru vit í holtur við eitt lýsingarátak við slagorðinum: “Mentan selur fisk. Fiskur selur ikki mentan.” Alt hetta tilsamans hevði við sær, at listafólk á fyrsta sinni komu á breddan í einum valstríði. Fegin vóru vit, tí at lovorðini vóru fagur tónleikur í oyrunum. Politikararnir hildu allir sum ein, at listafólk áttu at fingið betri kor. Ongin mótmælti. Summir settu eina upphædd á, og vistu at siga, hvussu nógv skuldi til fyri at listin skuldi fáa tað, sum henni varð uppiborin. Vit mettu, at okkara setanarsamrøða við politikararnar hevði verið serstakliga góð. Um slík fólk søktu arbeiði hjá okkum, so fingu tey starvið beinanvegin.
Samgongan
Valstríðið fekk ein enda og samgongusamráðingarnar fóru í gongd. Úrslitið av hesum samráðingum varð, at vit fingu sitandi CHE samgongu. Tá ið samgonguskjalið varð almannakunngjørt, brettu vit bringuna framúr okkum, og vóru stolt av teimum, sum vit høvdu verið við til at sett í starv. Samgonguskjalið var gott. Har stóð svart á hvítum, at Mentanargrunnur Landsins skuldi verða endurskipaður og ein menningarætlan skuldi gerast fyri grunnin. Týðaragrunnurin skuldi skipast sum ein sjálvstøðug konta, ið Mentanargrunnurin skuldi umsita. Ein tónlistagrunnur skuldi setast á stovn. Hesin parturin sum hevur við grunnar at gera var so mikið lovandi, at vit kundu endiliga siga, at nú fór okkurt at henda. Ongin mundandi hækking hevði verið til Mentanargrunnur Landsins síðani Torbjørn Jacobsen fyri seks ella sjey árum síðani tvífaldaði grunnin úr 1,5 millínum og upp til 3 milliónir. Týðaragrunnurin er sjálvandi ein sera týdningarmikil grunnur, um tey, ið flyta bókmentir úr og í føroyskt, við reinari samvitsku, skulu fáa týðarastyrk úr norðurlendska týðaragrunninum. Tað er altíð gott at kunna vísa á, at vit hava sama grunn í Føroyum, soleiðis, at vit ikki eisini har verða sædd sum nassarar. Týðaragrunnurin var longu ein misføðingur í samgonguni, ið sat undan hesari. Upprunauppskotið ljóðaði á 1 millión í ein týðaragrunn. Tað varð til 600.000 kr. í Mentanargrunnin. Og nú er hækkingin til Mentanargrunnin 200.000 kr. í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.
Í arbeiðsskjalinum, sum samgongan hevur skrivað undir vegna fólkið stendur, at Tjóðpallurin skal byggjast. Klárt og greitt. Men ongir pengar eru settir av til hetta. Í staðin fyri hevur Tjóðpallurin fingið eitt sindur meir enn 300.000 kr. og tað er ikki nóg mikið til at fáa lønirnar hjá yrkisleikarunum upp á eitt sámuligt støði. Við øðrum orðum, so arbeiðir CHE samgongan ímóti setanarsamrøðuni við fólkið, tey arbeiða ikki eftir tí arbeiðsetningi, sum tey sjálv hava skrivað undir vegna fólkið. Var hetta ein privat fyritøka, vórðu øll rend heim, tí at tey ikki vilja gera sum tey vórðu samd við arbeiðsgevaran um.
Framtíðin
Hvørjar eru so vónirnar til henda landskjøldur, í mentanarpolitikkinum? Eg veit ikki at siga, um vit kunnu trúgva politikarunum – um vit yvirhøvur kunnu trúgva tí, sum tey siga, ið landinum stýra. Royndirnar prógva tað øvugta. Kallið okkum bláoygd, men vit vóna, at nú fíggjarlógaruppskotið kemur fyri Tingið, og tá ið tað fer í Mentanarnavndina og í Fíggjarnevndina, so verður nógv av hesum broytt. Eg vóni, at enn eru onkur, sum kunnu standa við munnligar og skrivligar avtalur. At, tá ið tey hava sagt, at nú skal okkurt henda, so fer okkurt at henda. Eg vóni, at Mentanarnevndin fær ávirkað fíggjarlógaruppskotið so, játtanin til Mentanargrunn Landsins hækkar so mikið nógv, at upphæddin kann vera við til, at grunnurin kann verða endurskipaður í samráð við avvarandi, sum umboða tey, ið brúka Mentanargrunn Landsins. Eg vóni, at Tjóðpallur Føroya fær ta játtan, sum skal til, solieðis, at grivið verður fyri einum nýggjum tjóðleikhúsi og eina hægri játtan til rakstur.
Um eitt hálvt ár skal ein nýggj fíggjarlóg gerast. Tá vóni eg, at tað ikki verður sum tað plagar, at mentanin og listin aftur verður skúgvað til viks, tí at nú skal okkurt annað gerast. Eg vóni at Mentanargrunnur Landsins fær eina játta, sum veruliga ger mun, og at tá liggur eitt uppskot klárt viðvíkjandi, hvussu grunnurin skal endurskipast. At farið verður undir at byggja Tjóðleikhús. Eg vóni, at ein listaportalur verður settur á stovn, sum kann virka sum eitt lið út í heimin, har útlendingar kunnu fáa fatur á skapandi yrkislistafólkum, sum her búgva, og at hetta kann gerast eitt inntøkugrundarlag fyri okkum føroyingar. Eg vóni, at tað verður sett eitt fólk í starv í SamVit, sum burturav fæst við at útflyta føroyska list á høgum støði – eitt slag av listaumboðsmanni. Eg vóni, at list gerst ein inngrógvin partur í allari undirvísing í fólkaskúlanum, soleiðis, at vit kunnu fáa tann skapandi partin við inn í skúlaverkið. Men fyrst og fremst, so vóni eg, at politikararnir fara at standa við sínar munnligu og skrivligu avtalur, sum teir hava gjørt við fólkið. Marknaðurin í Føroyum er ov lítil til, at nakar kann liva av tí, sum verður skapað í Føroyum. Verður ikki ein vegur grivin fyri yrkislistafólkunum, soleiðis, at tey kunnu koma út í heim til ein størri marknað, so verða vit verandi eitt lokalt nalvaskoðandi samfelag, sum ikki kann samskifta við útheimin. Vit liva í einum sundurhøgdum heimi, har einstaklingurin er í hásætinum. List er ein savnandi sjónd. Um føroysku politikararnir hava viljan at arbeiða fyri betri korum hjá listafólkum, so hava vit enn meira at standa saman um.
Á sama hátt, sum Landsstýrið ætlar ella ætlaði at gera íløgur í gransking (tey vóru eisini við sviðusoð) og útbúgving, so eru íløgur til list sama slag av íløgum. Hetta eru ikki íløgur, sum streyma inn landskassan beinan vegin. Hett eru íløgur, sum koma landskassanum (og harvið øllum føroyingum) til góðar um nøkur ár. Ein íløga í framtíðina.











