Valstríð: Flokkarnir tosa ikki við ivasomu veljararnar

Valstríðið snýr seg í stóran mun um at vinna tey, sum ivast. Føroysku flokkarnir tosa tó við veljararnar, sum longu eru tryggir og samdir við flokkin í flest øllum málum. Tey, sum ivast, hvar krossurin skal setast, verða ikki sannførd.

Tað skrivar Eydna Skaale, BA í retorikki, í Sosialinum, sum kom á gøturnar í dag.

Slagorðini og argumentini ljóða nærum heilt eins fjórða hvørt ár, og tað hevur við sær, at tey, sum longu eru sannførd, so at siga styrkjast í trúnni. Gomlu og tanlaðu slagorðini flyta ongar atkvøður. Skulu tey ivandi vinnast, mugu onnur ting á borðið, heldur hon, og vísir millum annað á slagorðini hjá Tjóðveldi.

»Vit skulu hava eina frælsa rødd á fólkating«.

- Tey, ið ikki eru sannførd av tjóðveldishugsjónini um frælsi, fara neyvan at gerast sannførd av hesum slagorðinum heldur. Her verður tosað við føstu veljararnar, ikki teir ivandi, skrivar Eydna Skaale.

Sambandsflokkurin hevur slagorðini, at »vit skulu styrkja og menna ríkisfelagsskapin.«

- Tey, ið nikka til hetta, eru helst tey, ið longu halda tað frammanundan. Eingin verður fluttur, heldur Eydna Skaale, BA í retorikki.

Fólkaflokkurin hevur sagt undir valstríðnum, at »í Føroyum skulu føroyingar ráða, í Danmark skulu danir ráða«.

- Hetta er helst tann mest útvatnaði setningurin í føroyskum fólkavalsstríði, sum avgjørt ikki flytir nakra atkvøðu, sigur Eydna Skaale, og vísir á, at skulu leysu atkvøðurnar vinnast, nyttar einki at koma við útsagnum, sum bara savna tey, sum longu eru sannførd – ella eru púra einkisigandi.

- Tey ivandi skulu hava eina orsøk at seta krossin. Tey skulu sannførast, og besti hátturin at vinna teirra áhuga er at koma við einum fangandi slagorðið, sum gevur ábendingar um, júst hvat tað er, sum tit ætla at gera. Einki verður vunnið við at gera slagorð til teirra, ið longu eru samd, skrivar Eydna Skaale millum annað í Sosialinum í kvøld.