Klaksvíkar kommuna boðar nú frá, at valhølini til býráðsvalið í morgin eru flutt.
Á valkortinum, sum borgarar hava fingið, stendur, at valstaðið er í KÍ-høllini. So verður kortini ikki, sigur Klaksvíkar kommuna, sum hevur flutt valstaðin til Badmintonhøllina í Klaksvík.
– Orsaka covid-19 og betri atkomumøguleikar í badmintonhøllini, so verður kommunuvalið 2020 í badmintonhøllini. Valstaðið letur upp kl. 10.00 og letur aftur kl. 20.00, ella tá ongir veljarar eru eftir á valstaðnum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Høvuðssinngongin verður ímóti svimjihøllini, og farið verður út úr valstaðnum í endanum móti Skálanum.
– Heitt verður á fólk um at hava valkortið við, spritta hendurnar væl og at brúka masku, sum verður útflýggjað við høvuðsdyrnar og at halda passandi frástøðu. Nøkur tíðarbil verður uttan iva eisini bíðitíð, men heitt verður á fólk, um kortini at vísa varsemi og at halda neyðugu tilmælini, sigur Klaksvíkar kommuna.