Valskriði í samgonguni

Løgmaður vil ikki sita eftir við svartaperi á komandi løgtingsvali og valdi tí at geva eftir, tá Karsten Hansen og samgongulimir úr Norðoyar valdømi løgdu trýst á hann fyri at fáa eitt hálvliðugt og lógartekniskt óforsvarligt uppskot um undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð í tingið sum valagn.

Óseriøst. So fáorðað er lýsingin av tí, sum hendi í samgonguni hósdagin, fáar tímar undan seinastu freist at lata lógaruppskot inn til løgtingið. Lýsingina eiga bæði løgmaður og vinnumálaráðharrin. Tað, sum hendi var, at anlegslógin fyri Norðoyartunnilin í síðstu løtu varð løgd fyri tingið, hóast semja frammanundan var í samgonguni um at tað var best at bíða til næstu tingsetu, tí uppskotið var ikki liðugt.
- Hatta er ikki júst nakað sum fremur virðingina fyri politisku skipanini, sigur Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri um avgerðina at senda uppskotið í tingið í allarseinastu løtu.
- Avgerðin bleiv tikin av reint politiskum orsøkum, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Av reint lokalpolitiskum orsøkum kanska?
- Ja, tað kanst tú gott siga. Hetta er politikkur í hægsta geari.
Ella valtaktikkur í hægsta gerari...
- Ja, eisini tað. Eg vil ikki risikera at sita eftir við svartaperi í hesum her. Hevði eg ikki lagt uppskotið fram, so er stórur møguleiki fyri at onkur annar landsstýrismaður hevði gjørt tað, og so kundi tað verið brúkt ímóti mær politiskt í ólukkumát, sigur ein opinskáraður Anfinn Kallsberg, løgmaður, um avgerðina at senda uppskotið um anlegslóg fyri Norðoyartunnilin í tingið í síðstu løtu.


Ymsar fatanir
Sjálv forsøgan um anlegslógina fyri Norðoyartunnilin, sum í varð borin í løgtingsskrivstovuna hósdagin beint áðrenn seinastu freist at leggja fram tingmál, er ein søga, ið er uppfatað ymiskt av teimum ymsu landsstýrismonnunum.
Tað var sjálvur løgmaður, ið sendi lógaruppskotið inn til løgtingsskrivstovuna, tí Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, ið hevur ábyrgdina av málinum, noktaði at seta sítt navn undir.
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, og Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, eru so at siga ikki samdir um nakað viðvíkjandi gongdini í málinum.
- Tað var full semja á landstýrisfundi um at uppskotið ikki skuldi leggjast fram í tí ófullfíggjaða líki, tað var í. Men í síðstu løtu kúvendi Karsten Hansen og legði trýst á løgmann fyri at fáa uppskotið í tingið kortini. Tá vóru tveir tímar eftir til freistin var úti, og av tí at uppskotið ikki var lógartekniskt eftirkannað, kundu hvørki eg ella umsitingin í Vinnumálastýrinum leggja navn til tað, er frágreiðingin hjá Bjarna Djurholm, um hví hann noktaði at bera uppskotið í løgtingið.


Bjarni bleiv firtin
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sær gongdina øðrvísi
- Bjarni Djurholm vildi hava uppskotið lagt fram í tí líki, sum tað er nú, men tað fekk hann ikki semju fyri á landsstýrisfundi. Tá eg so royni at fáa uppskotið lagt fram, verður Bjarni Djurholm firtin og fer beint niðan í útvarpið og sigur, at uppskotið ikki er klárt at leggja fram, er frágreiðingin hjá Karsteni Hansen um sama mál.
- Karsten ánar ikki hvat hann tosar um. Landsverkfrøðingurin, nevndin í partafelagnum fyri Norðoyartunnilin og Vinnumálastýrið hava arbeitt við fullum trýsti í tveir mánaðir, men náddu ikki á mál. Eg segði á landsstýrisfundi, at vit náddu hertil og ikki longur í hesum valskeiðnum, og landsstýrisfundurin valdi tá at bíða við uppskotinum. Tí bleiv uppskotið ikki sent í lógardeildina til eftirkanningar, og av tí sama var tað als ikki klárt, tá Karsten Hansen knappliga fekk vildi hava tað í tingið kortini, er aftursvarið hjá Bjarna Djurholm.


Broytt komandi tingsetu
Nú liggur eitt lógaruppskot um anlegslóg fyri Norðoyartunnilin á løgtingsskrivstovuni, men tað verður ikki avrit av hesum, sum tingmenn fáa á borðið í komandi viku. Uppskotið er nevniliga ikki lógartekniskt forsvarligt og tískil verður arbeitt hart í umsitingini komandi dagarnar fyri at orða uppskotið av nýggjum, so ta kann leggjast fram á tingi.
Ikki ein einasti tinglimur tykist at vera ímóti uppskotinum um at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð, og tí er væntandi, at uppskotið fær positiva viðgerð.
Men í verandi líki umfatar uppskotið um anlegslóg fyri Norðoyartunnilin bert sjálva tunnilsgerðina. Vegagerð og annað uttan fyri sjálvan tunnilin náddi ikki at gerast partur av uppskotinum, og tí verður eitt tað fyrsta uppskotið á tingborði komandi tingsetu helst ein broyting av lógini, so hon fer at umfata alt arbeiðið í sambandi við tunnilsgerðina.
- 80 prosent av uppskotinum er klárt. Restin manglar. Hevði tað ikki verið valár, so hevði hetta uppskoti ikki komið á ting í tí líki, sum tað hevur nú, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.