Valskipanin fremur framvegis ikki

Við ikki at broyta útrokningarháttin til løgtingsval fremur nýggja valskipanin við Føroyum sum eitt valdømi ikki rættvísari býti millum flokkarnar. Varð roknihátturi broyttur, høvdu smáu flokkarnir fingið betri umboðan á tingi

LØGTINGSVAL

Jógvan Mørkøre

 

Seinasta løgtingsval gav sum ikki einaferð eitt ting­mannabýti, sum ikki var í sam­svar við býtið í at­kvøð­um um landið. Tað høvdu vit sæð so mangan fyrr. Tað, sum var serligt hesu­ferð, var, at triði størsti flokk­ur í atkvøðum, gjørdist størstur á tingi. Tað fekk nýggju samgonguna at taka málið við í samgonguskjalið. Úrslitið gjørdist, at vit fingu eitt valdømi í staðin fyri sjey. Men grund­leggj­andi skeivleikarnir, ið gera, at vit ikki fáa eitt rættvíst býti í mun til atkvøðutalið, vórðu fluttir við. Sjálv­stýris­flokkurin hevur uppskot til enn eina broyting, sum skal rætta upp uppá hetta.

Tey skeivu úrslitini, tí vit brúka d’Hondt

Vit hava fyrr sæð marg­háttlig úrslit, sum mugu sigast at vera skeiv. Tey eru ikki skeiv sambært verandi løgtingsvallóg, men tey eru skeiv, tá ið endamálið við at hava ta skipan, vit hava, er at tryggja lutfalsliga um­boð­an í Løgtinginum. Tað vil siga, at flokkarnir eiga at fáa eina umboðan á tingi, sum svarar til ta undirtøku, teir hava ímillum veljararn­ar. So nær sum gjørligt við tí avmarkaða tingmannatali, vit hava.

Tá ið vallógin varð endur­skoðað í 1978, varð talið á møgu­ligum eykavaldum mink­að úr 10 niður í 5. Sam­stundis vórðu val­dømis­valdu øðrvísi býtt millum valdømini, og samlaða talið varð økt úr 20 upp í 27. Talan varð um eina tillaging til broyttu fólka­saman­set­ingina í valdømunum. T.d. fekk Suðurstreymoy 8 við lógarbroytingini í mun til 4, sum valdømið hevði havt í eitt mannaminni.

Samanumtikið var val­reform­urin kortini eingin ábót. Gamaní fekst eitt rætt­vísari býti millum val­døm­ini, men at minka talið av eykavaldum úr 10 niður í 5, samstundis sum hildið varð fast við gamla uppgerðar­hátt­in, eisini nevndur d’Hondt-hátturin, var eitt mistak. Við d’Hondt-hátt­in­um, sum vit enn brúka, býta vit í valdøminum atkvøðu­talið hjá einstøku flokkun­um við 1,2,3,4. Tað er viður­kent millum valserfrøðingar, at d’Hondt-uppgerðar­hátt­urin gevur størri frávik frá tí reina lutfallinum enn aðr­ar skipanir. Serliga til fyri­muns fyri teir stóru flokk­arnar. Kravið til talið av eykavaldum at javna við var tí tað størri, og tað vísti seg beinanvegin, at 5 eyka­vald strekti ikki til.

Nú kundu vit vænta, at løgtingið, tá ið valskipanin varð endavend, fekk bilbukt við hesar skeivleikar. Men nei. Hóast vit í dag eingi eyka­vald hava í skipanini, og har tískil ikki eru nøkur at javna við, so brúka vit kortini d’Hondt. Føroyar eru allar eitt valdømi, og tí eru tey eykavaldu, sum vórðu brúkt at javna ójavn­arnar millum valdømini, dott­in burtur.

Tað hevur eydnast løg­ting­inum at endurtaka mis­tak­ið frá 1978. Og setn­ingur­in í sam­gonguskjal­in­um um at fáa eina rættvísari skipan er tí ikki rokkin.

Ein útrokning, ið byggir á úrslit frá seinastu veljara­kanningini, vísir, at hevði hetta blivið valúrslitið, so høvdu Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fing­ið sama tingmannatal, nevni­liga 8, hóast umleið 2 prosent eru á muni í velj­araundirtøku. Gamaní er hetta frægari samanborið við tað, ið hendi á seinasta vali, tá ið Tjóðveldis­flokk­urin fekk ein meira enn Sambandsflokkin, hóast hann hevði 2 prosent minni í veljaraundirtøku. Sjálv­stýr­isflokkurin hevði bert fingið ein tinglim. Fyri Tjóðveldisflokkin hevði ver­ið talan um eina yvir­umboðan upp á 2,4 %, fyri Sjálvstýrisflokkin ein undir­umboðan upp á 1,7 %.

Um vit vilja hava val við skili í Sainte-Laguë-upp­gerð­ar­hátt­urin

Aðrastaðni, har roynt verður at hava lutfalsval til tjóðarting, er Sainte-Lague-hátturin komin í staðin fyri d’Hondt. Munurin liggur í, at við d’Hondt-háttinum, sum vit enn brúka, býta vit í valdøminum atkvøðutalið hjá einstøku flokkunum við 1,2,3,4 osfr. Sainte-Lague-hátturin – ella staktals­hátt­urin – brúkar staktøl, 1,3,5 osfr. at býta við. Tá ið val­dømisvaldu tinglimirnir skulu finnast í valdøminum, fær tann flokkur, ið hevur flestar atkvøður fyrst valda tinglimin. Síðani verður at­kvøðutalið býtt við 2 í d’Hondt og við 3 í Sainte-Lague-háttinum, og hugt verður eftir, um talið fram­vegis er størri enn tey óbýttu hjá kappingar­neyt­un­um. Er tað tað, fær flokkurin eisini næst valda, og síðani verður atkvøðutalið býtt við 3 í d’Hondt-skipanini og við 5 í Sainte-Lague. Stór­ir flokkar fáa soleiðis meira burtur úr d’Hondt-skipanini, samstundis sum hon krevur, at eitt størri tal av eykavaldum tinglimum má til fyri at javna teir mismunir, ið uppstanda, og til tess at tryggja, at talan er um lutfalsval í landinum sum heild.

Okkara valskipan er óhepp­in, tí at vit hava fram­vegis d’Hondt-háttin at býta valdømisvaldu við, sam­stundis sum vit eingi eyka­vald hava til at javna teir mismunir, ið verða fyri landið sum heild.

Valserfrøðingar hava nú í mong Harrans ár mælt føroy­ingum til at fara frá d´Hondt til Sainte-Laguë. Seinast Petur Zachariassen í sambandi við broytingarnar í vallógini, ið gjørdu Før­oy­ar til eitt valdømi. Bæði í Sjónvarpi og í bløðunum. Men tað er so eiðasørt, at lurtað verður eftir serfrøðini á hesum økinum.

Gera vit úrslitið frá sein­astu veljarakanningini upp eftir tilmælda uppgerðar­hátt­­inum, so fær Tjóð­veld­isflokkurin ikki 8, men 7 tingumboð. Størsta frávikið verður tað hjá Miðflokk­in­um, ið fær eina eina yvir­umboðan upp á 1,4 %, men tað er so innanfyri tað mark, vit noyðast at liva við einum avmarkaðum ting­manna­tali. Meðalprísurin fyri ting­limin er í dag 1/33, tvs. 3%, so yvirumboðan og undir­umboðan vilja kunna tátta í 1,5% sjálvt í teirri bestu valskipanini.

Uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum

Sjálvstýrisflokkurin hevur valt at brúka orðingar í gomlu vallógini fyri at koma nærri einum rætt­vís­um býti.

Tað var so, at uppgerðin í teimum einstøku val­døm­un­um fór fram eftir d’Hondt. Síðani – eftir at tey val­døm­isvaldu vórðu funnin – so blivu tey eykavaldu løgd aft­urat. Tað var ein skipan, sum tók alt landið undir einum. Sum um talan var um eitt valdømi. Og upp­gerðin fór fram eftir størsta brøk-háttinum.

Tað er so logikkurin í uppskotinum, at tá ið tey sjey valdømini eru dottin burtur, so eigur d’Hondt at fara í søguna við teimum. Og eftir eru so 33 tinglimir, sum kunnu metast øll at vera eykavald. Og tí kunnu tey gerast upp eftir háttinum við størsta brøki.

Í stuttum inniber upp­telj­ingin, at lutfalsligi parturin hjá hvørjum flokki av teim­um 33 verður útroknaður. Tað gevur ongantíð heil tøl, men tøl, har ein rúgva av tølum vilja standa aftan fyri kommaið. Sum vera man, so mugu tinglimirnir, ið být­ast skulu, vera heilir. So her má rundast upp og niður. Soleiðis sum farið verður fram eftir hesum háttinum, so verður tað, sum stendur aftan fyri kommaið goymt fyri fyrst. Tað verður rund­að niður til heil tøl so at siga. Tey verða síðani løgd saman fyri flokkarnar. Gev­ur talið 33, so er alt gott, men tað vil tað bert geva í onkrum heilt fáum førum. Vanliga vil tað verða minni. Gevur tað t.d. 30 sum í útrokningini í hesi grein, so verða 3 tinglimir at býta upp á teir flokkar, sum hava størstu tølini aftan fyri kommaið.

Rokna vit út við velj­ara­kanningini sum botn, so fáa vit nett tað sama úrslitið sum við at brúka Sainte-Laguë.

Tað vil hesin hátturin í teimum flestu førunum. So hann verður mettur at vera næstan eins góður, men fyri landið sum heild hevði fingist eitt býti, sum er meira.