Undirhúsið í russiska tjóðartinginum samtykti leygardagin eitt uppskot frá Dmitrij Medvedev, forseta, sum hevði skotið upp at broyta lógina, so at valskeiðið hjá einum russiskum forseta verður longt úr fýra í seks ár.
Fleiri eygleiðarar í Moskva halda, at tað er Vladimir Putin, forsætisráðharri og fyrrverandi forseti, sum er maðurin aftan fyri broytingina, tí hon kann tryggja honum enn fleiri ár í forsetaembætinum, um hann velur at stilla uppaftur. Politiskir eygleiðarar siga, at tað er eingi ivi um, at Putin verður afturvaldur, um hann stillar uppaftur til forseta.
Uppskotið hjá Medvedev at leingja valskeiðið hjá forsetanum bar eisini í sær, at valskeiðið hjá tjóðartinginum bleiv longt úr fýra í fimm ár, og tann broytingin bleiv eisini samtykt í undirhúsinum.