Valsendingar á Rás2

Fólkaflokkurin verður fyrsti flokkurin, tá Rás2 í kvøld byrjar at senda valsendingar Sendingarnar verða á skránni klokkan 20 tey trý komandi kvøldini. Í kvøld hevur Fólkaflokkurin mikrofinina. Mikukvøldið eigur Tjóðveldi tørn og hóskvøldið er tað Javnaðarflokkurin, sum fer at senda sín boðskap.

Fríggjakvøldið verður kjaksending úr Miðlahúsinum, og verður hendan eisini send klokkan 16-18.

Mánakvøldið hava teir tríggir flokkarnir aftur ein tíma hvør. Tá verður byrjað klokkan 20, og verður raðfylgjan tá Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin.