Valsendingar byrja í sjónvarpinum í annaðkvøld

Aftaná Dagur & Viku í annaðkvøld byrja valsendingarnar í Kringvarpi Føroya. Tá verður formansumfar í sjónvarpinum

Tilsamans eru níggju flokkar, ið stilla upp til valið, sum verður leygardagin 31. august. Tað eru tveir flokkar meira í mun til valið fyri fýra árum síðani, tá ið sjey flokkar stillaðu upp.

Sjónvarpið fer at gera nógv burturúr valinum. Beinleiðis veljarafundir verða ymsastaðni kring landið. Fundur verður á Giljanesi 14. august, í Salt á Tvøroyri 21. august, í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík 28. august og í Kongshøll í Havn 30. august. Veljarafundurin í Kongshøll verður samstundis seinasti kjakið áðrenn sjálvt valið.

– Vit fara at taka ymisk evni upp á teimum ymisku valfundunum, sum verða kring landið. Men kanska ferðavinna verður tikið upp í Vágum, útjaðarapolitikkur á Tvøroyri og fiskivinna í Klaksvík. Alt er tó ikki komið upp á pláss og onnur evni verða eisini tikin upp, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Teir ymisku politisku flokkarnir, ið stilla upp vera eisini í “Anglettinum” í sjónvarpinum og í “Tinginum” í útvarpinum. Hesar sendingarnar byrja 15. august og enda 29. august.