Valravn sera góð ummæli

Nýggja fløgan hjá hálvføroyska bólkinum, Valravn, hevur fingið sera góð ummæli. Jyllandsposturin gevur fløguni 5 av 6 stjørnum og spáðar bólkinum altjóða gjøgnumbrot. Tað er nýggja fløgan hjá Valravn, ?Koder på snor?, sum fær ummælaran á Jyllandspostinum at klappa.

 

Soleiðis skrivar Jyllandsposturin um Valravn:

 

?Valravn hevur eina sunna, altjóða framtíð fyri sær. Tónleikurin er heilt serstakur og í stóran mun merktur av, hvagani manningin í bólkinum er.

 

Tey taka um røturnar á norðurlendskum fólkatónleiki og nýta gomul, norðurlendsk ljóðføri saman við syntetiskum rútmum og elektroniskum ljóðum.

 

Valravn hevur sín egna gátuføra gand, har nógv verður borið av Bjørk-líknandi sangarinnuni Annu Katrin Egilstrøð (av Eiði red.) Tey hava ein dragandi tekstaheim, sum bæði er merktur av víkinga-kvæðum og Miðgarðs-skaldskapi, blandað saman við nútímans brotastykkjum.

 

Tað er ein ísakaldur farri av bláum, norðurlendskum skaldskapi í sanginum ?Sjón?. Og lagið ?Farin uttan at verða vekk?, sum hevur eitt heilt serligt huglag, er eitt gott boð uppá, hvønn veg Valravn skal fara í framtíðini. Ein filmur má gerast til tað lagið!?

 

Hetta er onnur útgávan hjá Valravn við føroysku Annu Katrin Egilstrøð í front.

 

Limirnir í bólkinum liva av tónleikinum burturav.