Valplakatir vælkomnar á Miðnámi á Kambsdali

– Vit hava altíð loyvt valevnum at seta valplakatir upp uttanfyri skúlan. Vit halda, at løgtingsvalið er við til at skerpa áhugan fyri fólkaræðinum, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnám á Kambsdali. Støðan á Miðnámi á Kambsdali til valplakatir er sostatt ein onnur, enn hon er á miðnámsskúlanum Glasi í Havn

Á Glasi fingu politisku flokkarnir boð um at taka valplakatirnar uttanfyri skúlaøkið niðuraftur.

Men á Miðnámi á Kambsdali er politikkurin ein annar.

– Hjá okkum hevur tað ongantíð verið nakað kjak, vit hava altíð loyvt valplakatum uttanfyri skúlan. Vit loyva tó ikki plakatum inni á skúlaum og á bygninginum sjálvum, sigur Páll Isholm.

Les eisini: Meira skipað valstríð á Glasi  

##med2##

Nú løgtingsval verður 31. august, ætlar Miðnám á Kambsdali at gera nógv burturúr valinum. Mánadagin, týsdagin og mikudagin í komandi viku eru politisku flokkarnir bjóðaðir at hava bás og kunning og at vera við í einum serligum speakers corner, og hósdagin 29. august klokkan 9:30 verður valfundur á skúlanum, har allir politisku formennirnir taka lut.

– Eftir valfundin fáa allir flokkar eitt øki at sýna fram í kantinuni og eisini at leggja sína valskrá fram í Aulu skúlans. Vit halda tað er sera umráðandi, at vit eisini eru partur av tí, sum er frammi í tíðini, sigur Páll Isholm, rektari.