Valorrusta beinleiðis á Rás2 í Klaksvík

Nú klokkan 19 varð nýggja studio á Rás2 í Klaksvík tikið í brúk og hýsir í løtuni orðaskifti millum umboð fyri teir fimm flokkarnar, ið stilla upp til kommunuvalið í Klaksvík Eftir at Pegasus varð lagt niður hava Miðlahúsið og Rás2 arbeitt við at flyta part av útgerðini til Nólsoyar Pállsgøtu 1, har Sosialurin frammanundan hevur redaktión. Í kvøld frá klokkan 19 til 21 verður so fyrsta royndin gjørd at senda beinleiðis úr nýggja studio hjá Rás2 í Klakvík. Í dag vitjaði mentanarstjórin í Klaksvík, Dávur Winther í Miðlahúsinum í Klaksvík og hann var væl nøgdur við umstøðurnar og sær fram til, at nógvar spennandi og góðar sendingar fara at verða sendar higani í framtíðini. Vertir í kvøld eru Eyðun Klakkstein og Mirjam Pæturssdóttir.