Í Georgia hava teir 16 valmenninir atkvøtt fyri demokratinum Joe Bicen. Í Arizona hava 11 valmenn gjørt tað sama. Og í Nevada fara tær seks valmansatkvøðurnar somuleiðis til fyrrverandi varafrosetan hjá Barack Obama.
Í Pennsylvania hevur Biden tryggjað sær 20 valmansatkvøður, vísir úrslitið av atkvøðugreiðsluni.
Allir fýra eru sokallaðir svingstatir, har úrslitið var tætt. Og her – sum í mongum øðrum statum – hevur Donald Trump, forseti, ella felagar hansara, bjóða úrslitinum av við dómstólarnar.
Í dag eru valmenninir í fullari ferð við at atkvøða í øllum USA.
Í einum stati fyri og øðrum eftir savnast valmenn og atkvøða upp á tað valevnið, sum vann meirlutan av atkvøðunum í viðkomandi stati.
Vanliga er tað bara ein formalitetur, men í ár er nógv størri áhugi fyri valmonnunum, tí Trump forseti noktar at viðurkenna at hava tapt valið.
Forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at tað var snýtt í stórum stíli á valinum. Men hann hevur ikki kunnað lagt fram nakað prógv fyri dómstólarnar.
Nevada er ein av statunum, har Trump og advokatar hansara hava bjóða valúrslitinum av løgfrøðisliga.
Trump hevur sambært útvarpsstøðini NPR latið inn yvir 50 sakarmál í fleiri statum, men hevur enn ikki fingið viðhald í nøkrum føri.
Fríggjadagin tók Hægstirættur helst vónina frá Donald Trump at broyta valúrslitið, tá dómstólurin avvísti eini kæru, sum Trump-stuðlar í Texas og øðrum statum høvdu latið inn.
Í lítla statinum Vermont í útnyrðingspartinum av USA vóru teir tríggir valmenninir har teir fyrstu av valmonnunum í øllum 50 statunum, sum í morgun boðaðu frá, hvør vann forsetavalið.
Vermont verður mett sum ein av meira vinstrasinnaðu statunum í USA. Ikki óvætnað fóru allar valmansatkvøðurnar til Joe Biden heldur enn til republikanaran Trump.
Tað er tó ikki greitt, nær valmenn í øllum 50 statunum eru lidnir við at atkvøða í dag.
Í gjár gjørdi Trump enn eina roynd at kolldøma amerikonsku valskipanina. Við sjónvarpsstøðina Fox News segði hann, at valið »ikki er liðugt«, og at hann fer at halda fram við at bjóða úrslitinum av.
Tað er væntandi, at Biden í dag fær teir 306 valmenninar, meðan Trump fær 232. Fyri at vinna valið krevjast 270 valmenn.
/ritzau/