Vallyftir í eygsjón – annar partur

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentan­ar­nevnd­ini og býráðslimur hjá Javn­að­ar­flokkinum
----

Eg fari her í tveimum greinum, at greiða frá virkseminum hjá Javnaðarflokkinum í Klaks­víkar býrað hesa valsetuna, ið nú hevur vart góðar 8 mánaðar. Fari at líta aftur á tað vit longu hava fingið frá hondini, og eisini hyggja fram­eftir og greiða frá, tí vit arbeiða við í løtuni, og tað sum ætlanin er í komandi framtíð.
Í síðstu grein greiddi eg frá vakstrarkanningini, nýggjar møguleikar innan fjarlestur, fjøltáttaðari íbúðarbygging á sandinum og fíggjarligan lætta til barnafamiljuna. Í hesi grein fari eg at greiða frá ítróttarøkinum, út- og um­byggingin av svimji­høll­ini, at prýða kommunalar bygn­ingar við listaverkunum, m.a. Ósaskúlan, list og mentan í býnum, og fíggjarligt skyn­semi hjá Klaksvíkar komm­unu.

Ítróttarøki
Hallirnar eru við at koma í fastar og tryggar karmar. Hallar­leiðarin hevur fingið skipað tímarnir til tey ymsu ítrottarfeløgini, brúkarnir eru væl nøgdir, og sæst tað aftur í hallunum, at broytingar hava verið. Kommunan hev­ur yvirtikið hallirnar, og verða tær framyvir riknar á ein fíggjarligan forsvarligan og brúkaravinarligan hátt. Endamálið hjá eini kommunu má vera, at reka býin á ein so fíggjarliga skynsaman hátt sum gjørligt, men samstundis so at borgarnir fáa sum mest burturúr teimum tænastum, sum býurin hevur at bjóða.
Tí er umráðandi, at fáa frí­tíðar og mentunarlig feløg í kommununi, at gera nýtslu av bygninginum kommunan eigur, so vit so vítt gjørligt sleppa undan leigumálum. Uppástandurin frá einum minni­luta í meirilutanum í hallar­málinum seinasta bý­ráðsskeið, koyrdi nógv upp á at býráðið nú kom upp undir skuldarmarki, og tískil mátti fara til fíggjarmálaráðið við umbøn um fígging, um tað í framtíðini gjørdist neyð­ugt við lántøku. Men hesar ákoyr­ingar vóru als ikki nóg próv­góðar, til ikki at taka undir við yvirtøkuni av hallunum. Í dag kunnu vit bara afturvísa pástandin um mótprógvini hjá táverandi minniluta í hallarmálinum.
Fíggjarárið 2012 kundi kommunan við eini inntøku á 154,1 mió. kr. taka eitt lán upp til 35,0 mió. kr.. Og sum gongdin hevur verið higartil í ár, verður henda upphædd 22 mió. kr. við ársenda. Tá er hædd tikin fyri láninum í smb. við ítróttarhallirnar upp á 14,8 mió. kr., og fram­flyt­ingum o.a. uml. 6 mió. kr.

Út- og umbygging av svimjihøllini
Svimjihøllin í Klaksvík er eitt gott og vælumtókt aktiv fyri Klaksvíkina, og fær nú eina hart tiltrongda út- og umbygging. Íløguætlanin fyri 2013 legði upp til út- og um­bygging fyri 3 mió. kr., og nú verður farið til verka. Skift­ingarrúmini verða gjørd av nýggjum, og ein uppí bygging við venjingarhølum o.ø. verður somuleiðis gjørd.
Svimjihøllin hevur verið og er, eitt frálíkt heilsugott til­boð til allar borgarar í land­inum.
Talið av vitjandi er støðugt vaksandi, og eru tey vitjandi úr øllum landinum. Eisini her eiga vit at fegnast og stuðla upp undir.

Skúlin við Ósánna prýddur við myndlist
Í summar fekk skúlin við Ósánna eitt listaverk, evnað av listamanninum Edward Fuglø. Skúlin, sum var liðugt bygdir við skúlaársbyrjan 2011, hevur ikki fingið ta list sum ein slíkur skúli hevur uppiborið. Tað er tí at fegnast um, at skúlin við Ósánna hevur fingið sítt fyrsta lista­verk. Tað er at fegnast um, at listin verður tikin við i øllum ný- og umbygging framyvir.
Býráðið samtyktið 27. sep­tembur 2011 at øll ný- og umbygging hjá kommununi komu undir hesa samtykt:
1) Bygging av skúlum, dag­stovnum, ítróttarhallum, ellis- og røktarheimum og øðr­um almennum bygn­ing­um, sum kommunan stendur fyri, skal fyrireikast soleiðis, at listarligt prýði verður part­ur av byggingini.
2) Byggiætlanini skal verða ein hóskandi upp­hædd sett av, hóskandi kundi verið 1½ prosent av byggi­kostn­aðinum, til listarligt prýði. Tó kann meir enn 1½ prosent játtast, um hetta verður hild­ið neyðugt fyri at fremja list­ar­liga prýðið á hóskandi støði og á hóskandi hátt.
Góðir karmar, góð faklig undirvísing og sosial samvera eru neyðug, og eiga vit sum mynduleikar at stuðla upp undir á hesum øki. Men vit sum einstaklingar eiga at hava frælsi, tað frælsið at kunna síggja, føla, lukta og njóta tilveruna.

List og mentan í býnum
Vit skulu hava møguleikan til avbjóðingar og livandi hug­flog. Børn og ung hava eitt einastandandi hugflog, og gevur hetta teimum eitt ótal av spennandi upplivingum og gleðum, ið vit eiga at eggja og stuðla upp undir, heldur enn at køva henda neista. Tí er tað umráðandi, at vit sum politiski myndugleikin raðfesta listina frammalaga, sum gevur so nógva lívsgleði og virði.
Eisini er umráðandi at eggja og stuðla mentanar­lig­um virksemi í býnum. Nógv sum byrjar í tí smáa er vert at halda fram við. Eitt nú til­­tøkini í Spaniustovu, sum verða sera væl vitjað, eru vorðin eitt image fyri býin. Tað nýggjasta á hesum øki er Archie´s studio, forvitnisligt og áhugavert, ein annarleiðis kafé sum hevur hildið til á loftinum í kunningarstovuni í summar. Á hesum báðum mentanarligu økum eru vit so heppin, at hava fólk í býnum sum vísa hesum áhuga, og brúka tíð og orku til enda­málið.

Lestraríbúðir
Ein arbeiðsbólkur hjá býráð­num hevur latið inn uppskot til byggjan av lestraríbúðum í miðbýnum, og er lendi eyð­merkt til endamálið. Ætlanin er at byggja eftir serligari lóggávu, har vónandi landið eisini hevur ein fremjandi leiklut. Kanska kann Bústaðir loysa hesa uppgávu, men er tað tó eisini í hesum føri umráðandi, at landið spælir við, so leigukostnaðurin kann gerast so lágur sum gjør­ligt.
Væntast kann eitt størri og fjølbroyttari úrval á ment­anar­liga økinum, sum hev­ur alstóran týdning fyri trivn­aðin og fólka­vøksturin í Klaks­vík, nú Bústaðir ætl­andi fara undir at byggja í mið­býnum. Funktiónir og tæn­astur er saman­hugsaðar, og fjøl­broyttni er sett í hásæti, við at samantvinna bústaðir, skrivstovur, handl­ar og kaffihús, ið kemur at skapa tað rætta grundarlagið fyri einum livandi mentanar­ligum miðbýi.

Fíggjarligt skynsemi
Tað er í góðum tíðum, at vit skula duga at halda aftur í almennu útreiðslunum. Tøl­ini, og framrokningarnar vísa, at kommunan fær eina meirinntøku fyri árið 2013 á 6 mió. kr. Tískil ræð­ur um at stýra ímillum rakst­­ur og útreiðslur, vænt­­­aðu inn­tøkurnar, og meirinn­tøk­ur­nar. Fíggjar­ætlanin fyri 2013 leggur upp til 5 mió. kr. til niðurgjalding av skuld. Við meirinntøkuni er ynskiligt, at vit kundu goldið heldur meir niður av skuldini, enn fíggjarætlanin leggur upp til.