Vallyftini og fíggjarpolitikkurin hjá nýggja býráðnum!

Tað nývaldað býráðið kemur at fáa tað nógv truplari enn núverðandi býráð hevði tað tá tað tók við, tí tað longu nú eru givin so nógv vallyftir.

Búskaparviðurskiftini í Føroyum vóru ógvuliga vanalig í byrjanini av nýtiárunum og tí var ikki møguligt at lova so nógv tá, men nú er støðan øðrvísi.

Orsakað av tí framgongd, sum vit hava í samfelagnum í dag lova fleiri av valevnunum so nógv at fíggjarlógin hjá Tórshavnar býráð verður sprongd fleiri ferðir. Tað fer at krevja stórt dirvi av teimum komandi býráðspolittikarunum at tora at siga nei til fleiri av teimum vitleysu vallyftunum, sum nú verða givin. Ein spurning, sum vit altíð mugu seta okkum er, hvar skal peningurin koma frá? Ella frá hvørjum øki skulu vit taka pening til eitt annað øki?

Tað verður neyðugt at gera eina raðfesting av teimum ymisku málunum við í minstalagi einari ætlan yvir fýra ár og helst longri. Hóast nógv er goldið niður av skuldini hjá Tórshavnar Kommunu so er skuldin framvegis stór og verður neyð1ugt at fáa skuldina niðurgoldna.


Schumann Hjaltalin,

býráðslimur

Valevni fyri

Sambandsflokkin