Vallyfti

Nú eru skjótt fýra ár síðani eg varð fyri fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð. Hvussu hildu nú vallyftir míni?

Eitt týdningarmikið mál, sum eg førdi fram í bløðunum áðrenn seinasta val, var Skúlin á Ziskatrøð, sum so at siga ongar umvælingar hevði fingið í mong ár, heldur ikki ígjøgnum tey víðagitnu 80 ini. Og tá soleiðis er, verður ikki bert talan um vanligar umvælingar, men partvís endurnýgging, slíkt arbeiði kostar ikki smávegis.


Hvussu nógv er so avsett og hvussu nógv er gjørt í hesari býráðssetuni?

Eg havi nú saman við hinum býráðslimunum verið við til at gera 4 fíggjarætlanir fyri Klaksvíkar kommunu og í hesi 4 árini eru tilsamans umleið 10 mill. kr. avsettar til umvælinga av Skúlanum á Ziskatrøð. Í hesum 10 mill. kr. eru íroknaðar tær 3.3. mill. kr. sum er settar á fíggjarætlanini fyri ár 2001.

Sum flest øll hav alagt til merkis, er Skúlin á Ziskatrøð nógv broyttur seinastu tíðina.

Tað fyrsta vit gjørdu í hesi býráðssetuni var, at gera eina raðfesting av allari umvæling av skúlanum.

Semja varð um, at lítil nytta var í at umvæla innandura fyrst. Tað hevði verið sum at stoytt nýtt vín í gamlar skinnsekkir.

Støða varð tikin til, at í fyrstu atløgu skuldi skúlin gerast tættur, tí varð nýggj tekja løgd á miðbygningin og síðani varð hann klæddur og vindeyguni vórðu skift út.

Í summar blivu 10 skúlastovur gjørdar av nýggjum og tað kundi ikki verið sami skúli at komið í, so snøggur hann er.

Eisini nýgg innbúgv er keypt til nakrar av nýumvældu stovunum restin kemur eftir nýggjár.

Umvælingin av skúlanum er rættuliga umfatandi og týdningarmikið er, at tá hann nú loksins verður umvældur, at tað ið gjørt verður, er av slíkari góðsku at tað veruliga er ein íløga, sum ikki viðførur øktar rakstrarútreiðslur, við hesum sum grundarlag ganga mong ár til aftur er neyðugt vbið stórumvæling.

Fuglø arkitektar standa fyri projektering og eftirlitið. Umvælingin av Skúlanum við Ziskatrøð skal halda áfram, og ikki eigur at vera helma í fyrrenn allur skúlin er høvuðsumvældur, hetta borga umboð tjóðveldisfloksins fyri, tað er sjón fyri søgn.


Skrímslið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð

Elevatortornið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð sær ikki tespuligt út og man kann spyrja um hetta er eitt annað Bábelstorn, men vit valdu í fyrstu atløgu at sleppa hesi ætlan og halda okkum til nýggju raðfestingina, sum eg trúgvi er tann rætta í eini so umfatandi arbeiðsætlan og sum eisini kemur fyrst og fremst børnunum til góða. Vónandi verður komið við eini loysn til henda partin í komandi býráðssetu.

Eg havi valt bert at viðgera eitt mál í hesari grein míni, men vent verður aftur til onnur mál.


Steinbjørn O. Jacobsen,

varaborgarstjóri