Bæði á middegi og klokkan 14 í dag høvdu í prosentum færri fólk verið á vali í Nes kommunu enn sama klokkutíma á fólkatingsvalinum seinast.
Men, tá valnevndin í kommununi gjørdi eina nýggja uppteljing klokkan 16.30 í dag, er vend komin í. Nú var vallutøkan vorðin størri enn á undanfarna fólkatingsvali.
Klokkan 16.30 høvdu 226 fólk verið á vali ímóti 201 á fólkatingsvalinum seinast. Hesi árini er talið av veljarum í kommununi eisini økt 23.
Ólavur Magnussen, valnevndarformaður, sigur, at klokkan 16.30 í dag høvdu 25,9% av veljarunum í Nes kommunu verið á vali ímóti 23,7% á fólkatingsvalinum seinast.