Valluttøkan verður helst niðan fyri 10%

Klokkan 14 høvdu 2,9% av veljarunum verið og valt í Havn. Hetta er bara ein tíggjundapartur av tí, sum vanliga eru á vali hesa tíðina, og halda tølini sær, verður endaliga talið av teimum, sum fara á val, millum 7 og 10% Sambært tølunum hjá valstýrinum í Havn, so er talið av fólki, sum eru á vali í Havn tíma fyri tíma umleið ein tíggjundapartur av tí, sum vanliga velur til fólkatingsval.

Um hesi tølini halda sær, so verður endaliga úrslitið, at millum 6 og 10% av veljarunum fara á val.

Av tí at val er í Danmark til ES tingi, verður luttøkan har hægri, men nýta vit tølini bara í Havn, so hevði grundlógarbroytingin fallið við einum brakið.

Samanlagt høvdu altso 332 fólk verið og valt kl 14, tað er 2,9%. Saman við teimum 35 brævatkvøðunum er tað 3,2%.