Valluttøkan líkist valinum í 2008

Samanbera vit tølini yvir, hvussu nógv høvdu verið á vali í Nes kommunu klokkan 18.30 í kvøld við somu tíð á valinum hin 12. november í 2008, er luttøkan á valinum hesaferð nakað minni.

Klokkan 18.30 í kvøld høvdu 587 fólk verið á vali móti 593 fólkum í 2008.

Valnevndin í Nes kommunu ger tølini upp ávikavist klokkan 12, 14, 16.30 og klokkan 18.30.

Á middegi í dag høvdu 116 fólk verið á vali móti 93 fólkum á middegi hin 12. november í 2008.

Klokkan 16.30 í dag høvdu 339 fólk greitt atkvøðu móti 307 fólkum á seinasta kommunuvali.

Tað er soleiðis serliga tíðin millum klokkan 16.30 og 18.30 í dag, sum hevur havt færri veljarar í ár samanborið við valið í 2008.

Hetta sigur tó einki um, hvussu endaliga valluttøkan verður, tá valhølini lata aftur um einar 25 minuttir.

Tað eru 873 veljarar í Nes kommunu á kommunuvalinum í dag. Hetta er nakrir veljarar færri enn á valinum fyri fýra árum síðan.