Vallutøkan í Klaksvík hevur verið betur í ár enn fyri fýra árum síðani.
Kl. 17 høvdu 55% av veljarunum í Klaksvík verið á býráðsval. Tað er ein øking á 7.6% í mun til 2012.
Í ár eru tað 3648, ið hava valrætt í Klaksvík, ið er ein øking á góð 120 veljarar í mun til 2012.
Tað koma enn nógv fólk inn í høllina at velja, so tað er nógv, sum bendir á, at vallutøkan verður hægri í ár enn tey 82.3%, ið vórðu í 2012.










