Listin hjá Sambandsflokkin í Eysturoy sær soleiðis út: Helgi Abrahamsen, floksskrivari av Strondum, Edva Jacobsen, bankakvinna úr Fuglafirði, Edmund Joensen, løgtingsformaður av Oyrabakka, Marja Lamhauge, verkfrøðingur úr Lamareiði, Reimund Langgaard úr Leirvík, Alfred Olsen, løgtingsmaður av Saltnesi, Frithleif Olsen, stjóri úr Rituvík, og Haldóra Ranghamar, sum er borgarstjóri í Gøtu.
Seinast var Alfred Oldsen fyrstvaldur við 446 atkvøðum, og Edmund Joensen var næstvaldur við 432 atkvøðum. Nummar trý á listanum var Edva Jacobsen, sum fekk 198 atkvøður.
Vága Sambandsfelag gjørdi valevnislistan lidnan á fundi í Miðvági í hóskvøldið. Á listanum eru hesi valevni: Marjus Dam, løgtingslimur, Miðvágur, Sune Jacobsen, Sørvágur, Gunnar K. Nattestad, Bøur, og Rósa Samuelsen, Sandavágur.
Talan er stórt sæð um sama lista sum seinast, men Rósa Samuelsen er komin afturat. Hon er borgarstjóri í Sandavági.
Seinasta val var Marjus Dam valdur við 311 atkvøðum. Nummar tvey var Gunnar K. Nattestad við 143 atkvøðum. Sambandsflokkurin fekk tilsamans 699 atkvøður og ein mann valdan. Tann eini maðurin er tryggur. Avbjóðingin er at fáa báðar valdar, siga sambandsfólk.
Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt sín 2. og 3. uppstillingarfund. Tey, sum eru uppstillað til løgtingsvalið 20. januar eru: Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, Karstin Hansen, fyrrv. landsstýrismaður við fíggjarmálum, Olga Biskopstøð, samfelagsfrøðingur, Rani Nolsøe, menningarstjóri, Signy Hansen, flakakvinna, Jancy B. Klein, leiðari, og Hanus Hansen, lækni.
Við síðsta val fekk Tjóðveldisflokkurin í Norðoyggjum 900 atkvøður. Flokkurin fekk ein mann á ting, sum gjørdist Heini O. Heinesen. Hann fekk 329 atkvøður og hevur verið løgtingsmaður síðan 1984. Honum á baki kom Karsten Hansen við 283 atkvøðum. Hann hevur havt fíggjarmál um hendi í landsstýrinum síðan 1998. Nummar trý á listanum var Olga Biskustøð við 98 atkvøðum.
Listin hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy er eisini klárur.
Føroya Væl hevur stillað hesi valevnir upp til løgtingsvalið 20. januar 2004: Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna, Heðin Mortensen, løgtingsmaður, Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Annfinn Brekkstein, borgarstjóri, Súsanna Dam, bankakvinna, Jacob Holm, stýrimaður, Jóhan Petur Johannesen, lærari, Michael Jensen, inspektørur, Bjarti Thomsen, sivilverkfrøðingur, og Janus Djurhuus, arbeiðsformaður Tórshavn
Sambandsflokkurin fekk 2989 atkvøður síðsta val. Nógv flestar atkvøður fekk forkvinnan í flokkinum, Lisbeth L. Petersen, sum var toppskorari á valinum. Hon fekk 1394 atkvøður. Næst henni kom Heðin Mortensen, sum fekk 410 atkvøður. Kaj Leo Johannesen, sum fekk 263 atkvøður, kom eisini á ting sum eykvaldur.
Listin hjá Fólkaflokkinum í Vágum líkist sær sjálvum. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður við Fiskivinnumálum, stillar uppaftur. Tað sama ger Jóanis Nielsen, sum var honum á baki seinast.
Emmy S. Joensen, fulltrúi úr Miðvági er nýggj á listanum. Hon avloysir Thomas Jacob á Løgmansbø, sum stillaði upp seinast. Emmy er Fulltrúi á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum síðani 2002. Hon var skúlastjóri árini 1992-2002, lærari 1987-1992.
Fólkaflokkurin var næststørstur í Vága valdømi síðsta val. Hann fekk 442 atkvøður og ein mann valdan. Jørgen Niclasen fekk 259 atkvøður og Jóanis Nielsen fekk 111.










