Eyðun Klakstein
Fyri nógv fólk er valkvøldið løtan, tá ið politiska ballónin brestur. Valevni, sum í vikur hava stríðst og strevast fyri at vinna sær undirtøku, mugu ásanna, at teimum lukkaðist ikki at skava so mikið av atkvøðum saman, at tey sluppu heilt inn í lovaða landið, har teir stóru dreingirnir og tær stóru genturnar taka tær avgerandi avgerðirnar. Fyri summi er ivaleyst eisini talan um eitt vónbrot og ein niðurtúr, tí tað, sum tey væntaðu sær, var bert ein ynskidreymur í valfepri.
Tey, sum lata seg stilla upp og stilla seg upp til dóms, hava stórt dirvi, og tað áttu tey í grundini at fingið nakrar atkvøður fyri. Men marknaðurin ar avmarkaður, og nógvar av atkvøðunum eru markaðar væl og virðiliga, áðrenn nakað valstríð byrjar, og tí verður tað ein vónleysur kampur fyri mong valevni at sleppa í eitt kommunustýri.
Men ein kampur er tað – og tað hevur tað eisini verið hesaferð, serliga á steimum størru plássunum. Valevni hava kýtt seg at skriva og lova og vísa á, hvat tey vilja betra og menna og virða, at tað hálva er meira enn nokk. Undir valstríðnum virkar tað yvirgearað og ógvusligt, tá ið valevnini hvør í sínum lagi vísa á, hvat tey vilja gera – og summi oysa út av villum vallyftum.
Men hava tit roynt at lisið valgreinar og valfaldar eftir valið? Tað er komedia og tragedia alt í senn. Tá ið valkvøldið er farið aftur um, allar avgerðirnar eru tiknar um, hvør slapp inn, og hvør ikki slapp inn, og nógvir av borgarstjórasessunum eru mannaðir, sæst av álvara, hvussu víðgongt eitt valstríð i grundini er.
Meðan valstríðið gongur fyri seg, verða vit øll tikin eitt sindur við og venja okkum við, at lovað verður í eyst og vest, men tá ið øll eru komin niður á jørðina aftur – summi við eitt brak – er tað næstan pínligt at blaða ígjøgnum valtilfarið og lesa eitt sindur í tí. Maka til endaleysar og nyttuleysar flosklar skal leitast leingi eftir, og hóast onkur skilagóð valevni og greinar og lyfti eru í rúgvuni, verður alt bara køvt av meinings(leysum)tosi uttan enda.
Hevur tú eina løtu um vikuskiftið, kundi tú roynt at lisið eitt sindur av valtilfarinum í bløðunum og faldarum frá valstríðnum. Tað er hugvekjandi – og kanska eitt sindur undirhaldandi eisini.
Men fólkaræðið og skrivifrælsið leingi livi. Góða eydnu til øll, sum eru vald í kommunustýrini kring landið, og takk til øll hini fyri ein heilhjartaðan dyst. Vit hoyrast aftur um fýra ár!