Bókarøðin Søga og stev, sum Árni Dahl fór undir í 1996, er komin at enda við sættu bókini, sum er komin út.
Forlagið Fannir hevur givið út bókarøðina Søga og stev, sum er ummæli av kvæðum, vísum og tættum, sum ofta ella av og á hava verið havd á gólvi. Bókarøðin byggir á kvæðasendingar, sum Árni Dahl hevur havt í Útvarpinum gjøgnum nítiárini.
Hesar fittu handbøkurnar eru frálíkar at hava, tá ein skal hyggja eitt sindur at uppruna og søgu hjá ymsum kvæðum og vísum.
Tað eru, sum vera man, helst minni kendar vísur, sum eru við. Tó er onkur heilt kend ímillum, treyðugt so.
Hugaligt er at sita við bókini í hondini og leita seg fram til ymiskt, ein ikki visti frammanundan. Tí hóast tað er sagt í Útvarpinum, fer tað skjótt afturvið. Í eini slíkari hondbók er tað at taka í og kann finnast fram aftur, tá brúk og áhugi er fyri tí.
Nítjan eru titlarnir, sum viðgjørdir verða í seinastu bókini í hesi røðini.
Aftast í bókini eru prentað yvirlitslisti og navnaskrá til allar seks bøkurnar. Ein stórfingin listi við umleið 2.000 leitiorðum. Bókin er 205 blaðsíður og kostar 200,- krónur.










