Vallandi kelduvað

Tað rennur framvegis úr Kelduni í Skálafirði. Arbeitt verður dagliga við byggingini av stóra samkomuhúsinum

Bygging

Skálafirði: Stóri, nýggi bygningurin hjá Kelduni í Skálafirði er innilokaður, og farið er undir at stoypa annað byggistig.
Samkoman Keldan i Skálafirði byggir stórt samkomuhús, sum verður gjørt í trimum stigum og skal rúma øllum virkseminum, samkoman hevur yvirhøvur. Neyðugt verður ikki at leiga seg inn í eitt nú ítróttarhallir til stevnur og tílíkt, tá byggingin er liðug, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.
Hann sigur, at upprunaliga var ætlanin at taka fyrsta byggistig av nýggja húsinum í brúk til páskastevnuna komandi ár, men tað verður ikki, staðfestir hann nú.
Arbeiðsgongdin er eitt sindur broytt, so tey heldur enn at gera fyrsta stig heilt liðugt, nú eru farin undir at stoypa annað byggistig beinanveg, meðan amboðini eru á staðnum. Talan er um amboð, sum lænt eru, og tí varð hildið frægast at fáa alt tað arbeiðið av vegnum fyrst, sigur Pauli Høj.
Ætlanin var annars, at alt fyrsta byggistig, sum í høvuðsheitinum er tann stóri møtisalurin skuldi gerast, áðrenn farið varð víðari.
Tað gongur annars rímiliga væl við arbeiðinum upp á fyrsta stig, sigur leiðarin á Kelduni. Teir hava lokað inni og kunnu nú arbeiða alla tíðina uttan mun til veður. Einir 30-40 mans arbeiða sjálvboðið, tó ikki allir í senn. Men onkuntíð munnu vera einir 25 til arbeiðis samstundis, heldur leiðarin.
Teir eru nú í ferð við at rætta veggirnar av innan, og so verður bjálvað og plátur settar upp kring allan bygningin.
Samstundis verður so stoypt á øðrum byggistigið, so hvørt líkindi eru. Har er grundin komin upp og er sundurskildrað við betongveggum, eins og betongdekk er lagt í.
Verkætlanin er stór. Einastaðni oman fyri tíggju millionir væntar Pauli Høj, at tað fer at kosta, tá liðugt er. Fyribils er arbeitt fyri góðar tvær milliónir, og tær eru goldnar. Alt, sum gjørt verður, er fíggjað við gávum og sjálvbodnum arbeiði. Einki lán er tikið, og útlit eru til, sigur Pauli Høj, at tað heldur ikki verður neyðugt í fyrsta umfari í hvussu er.