“Valla Foldum Á” á marknaðin í dag

Í dag kemur fyrsta fløgan hjá Steintóri Rasmussen á marknaðin, sum er í egnum navni. Faðirin at Føroyar, Lívsmynd og eini ørgrynnu av øðrum føroyskum hittum, fer nú at royna seg einsamallur.

 

Frændur, Millum Frændur og Kularrøtur. Tað eru bólkarnir, sum Steintór Rasmussen hevur verið partur av seinastu mongu árini.

 

Vit kenna helst øll nógvar sangir hjá Steintór, sum má metast at verða ein hin fólkakærasti sangskrivarin í landinum.

 

Í dag kemur so solofløga hansara “Valla Foldum Á” út á marknaðin.

 

Steintór skrivar um kærleika, um samfelagið, um Jesus, og um hugsanirnar hjá einum, sum einans hevur eitt ár eftir at liva í. Høvuðstemað á fløguni er tann ferðin, sum lívið í veruleikanum er.

 

Í Sosialinum, sum kemur á gøtuna fríggjadagin, verður ein størri samrøða við Steintór Rasmussen, um hansara nýggju fløgu.