Vallærugreinavika og eldradagur á Heilsuskúla Føroya

Tey vitjandi kunnu í egna tempo og eftur egna ynski vitja verkstovurnar.

Í samband við eina vallærugreinaviku á Heilsuskúla Føroya í viku 18, verður skipað fyri eldradegi fríggjadagin 5. mai kl. 10.00


Í vallærugreinavikuni fara næmingarnar, 2 heilsurøktaraflokkar og ein heilsuhjálparflokkur, at arbeiða við 4 ymiskum vallærugreinum, har næmingurin velur ímillum hesi 4 evnir:
• Kostur til eldri borgarar
• Týdningurin av rørslu hjá eldri borgarum
• Lívsgóðska hjá eldri borgarum
• Einsemi


Vallærugreinavikan byrjar, fyri næmingarnar, mánamorgunin 1. mai við ymiskum fyrilestrum, sum skulu geva teimum íblástur at arbeiða víðari við valdu vallærugreinini restina av vikuni. Fyrilestrarnar skulu vera grundarlag fyri sokallaðum verkstovum (workshops) innan nevndu evnir, sum tey vitjandi skulu royna seg í, tá vikan endar við framløgum fríggjadagin.


At undirvísa næmingunum verða:
• Bente Kjær, køksleiðari, um kost.
• Sigurð Marner Simonsen, fysioterapetur, um rørslu.
• Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk, og Marit Poulsdóttir, vitjunarvinur, um vitjunartænastuna í Tvøroyrar kommunu.
• Signar Dam um lívsgóðsku.


Vikan endar fríggjadagin 5/5 kl. 10.00 og tá hevur Heilsuskúlin boðið pensionistafeløgum, dagtilhaldum og borgarum, sum búgva á sambýlum og ellis- og røktarheimum, inn á skúlan at síggja úrslitið av tí, sum næmingarnir hava arbeitt við í vallærugreinavikuni. Umframt hava vit boðið 9. og 10. flokkunum í oynni við, so tey fáa møguleikan at síggja ein part av tí, sum arbeitt verður við á Heilsuskúla Føroya


Í samband vid eldradagin, hevur kantinan á Skúladeplinum fjølbroytt sjálvtøkuborð fyri 90 kr. fríggjadagin 5. mai.
Verkstovurnar verða runt um á Heilsskúlanum og í høll skúlans. Tey vitjandi kunnu í egna tempo og eftur egna ynski vitja verkstovurnar ímillum kl. 10.00 og 13.00, tá tiltakið endar.