Vallógin og umsiting av Smyrli

Á tingfundinum í morgin verður fyrsta viðgerð av uppskoti Tjóðveldisfloksins um at flyta umsitingina av nýggja Smyrli til Suðuroyar

Tingfundur verður í morgin kl 13:30. Á skránni eru munnligir fyrispurningar, atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Jógvan við Keldu um vallógina, sum Kári P. Højgaard hevur sett fram.
Løgtingið fer eisini at hava 1. viðgerð av uppskoti til broytingar í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning. Talan er um uppskot frá Tjóðveldisflokkinum um, at øll umsiting av nýggja suðuroyarskipinum, íroknað rakstur og planlegging, verður løgd í Suðuroynni, tá ið skipið kemur í sigling.
Løgtingið fer á fundinum í morgin eisini at velja nevningagrundlistanevndir, og síðsta punkt aá skránni er sum altíð framløga.