Vallógin

Hjørleif Waag Høgnesen
Klaksvík

Eg fari við hesum at loyva mær at siga nøkur orð um vallógina.
Fyrst vallógin sum var inntil 1970-ini. Hon segði, at veljast skuldu 20 valumdømisvaldir + 10 eykavaldir tilsamans 30 tingmenn.
Hetta royndist rættuliga væl. Men so kom monnum til hugs, at um tað kom soleiðis fyri, at tað varð ikki brúk fyri eykamonnum. Hvussu mangir máttu so úr stólinum.
Í hesum sambandi skrivaði eg tá til nevndina, íð hevði við val at gera, um bara at gera fylgjandi einfaldu broytingar.
1. Gera tingmannatalið til ólíka tal - til dømis 31.
2. Hetta, íð átti at verið gjørt fyri 70 árum síðani: Tað eigur ikki at standa í vallógini at eykamenn kunnu veljast, men tað eigur at standa at eykamenn verða valdir hvørja ferð - allir 11. Og legg til merkis allir 11 verða býttir út hvørja ferð. Sjálvandi, so tingmannatalið altíð verður tað sama, soleiðis sum tað er í øðrum londum.
Við øðrum orðum sagt, kundi lógin verði rættað við einum einasta orði - so einfalt. Men hetta fekk onga undurtøku.
Ístaðin bleiv broytingin gjørd við at hækka talið á valumdømisvaldum tingmonnum til 27 + 5 eykamenn. Hetta var heilt burturvið og tað kom eisini at vísa seg í roynd fleiri ferðir, tíverri.
Síðan hevur verið talað og skrivað av og á um skeivleikarnar í hesi lóg. Men nógv av tí hevur ikki sannført meg um nakað serligt. Hetta málið er og eigur at vera einfalt.
Men! Í Sosialinum 10 aug. og 21 sept 2005 hevur Jógvan Sundsstein í Havn - nú DK, tvær framúr skilagóðar greinir um vallógina. Hann sigur alt tað sum sigast skal, greitt, einfalt og djarvt, og tøkk skal hann hava fyri tað. Eg fari at mæla øllum áhugaðum at lesa hesar greinirnar væl og virðiliga. Sjálvur taki eg undur við hesum sjónarmiðum av fullum huga.
Jógvan Sundsstein hevur ein samandrátt í grein síni, sum stóð í Sosisalinum 21.09 og loyvi eg mær at endurtaka hendan, íð er soljóðandi!

CITAT BYRJAÐ
Mítt uppskot.(J.S.)
Høvuðsinnihaldið í mínum uppskoti er, at verandi valdømi verða varðveitt, at smáu valdømini varðveita sínar umboðanir, ein lækking av umboðunum í stóru valdømunum, ein hækking til 33 tingumboð tisamans og at eykavaldu umboðini vera 9 í staðin fyri nú 5.
Uppskotið sær soleiðis út:

Norðoya valdømi4 valdømisvaldar
Eysturoya valdømi4 valdømisvaldar
Norðstreymoyar valdømi2 valdømisvaldar
Vága valdømi2 valdømisvaldar
Suðurstreymoyar valdømi6 valdømisvaldar
Sandoyar valdømi2 valdømisvaldar
Suðuroyar valdøm4 valdømisvaldar

Tilsamans24 valdømisvaldar

Harafturat koma í mesta lagi9 eykavaldir
Hetta gevur tilsamans max.33 tingmenn

Henda skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólkatali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri valdømisvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Við fleiri eykavaldum verður tryggjað, at tann politisk/idelogiska umboðan verður lutfallsliga røtt, tað vil siga, at flokkarnir fáa lutfalsliga tingmannatal eftur sínum samlaðu atkvøðum fyri alt landið, meðan teir umdømisvaldu í smærru valdømunum tryggja lokalu áhugamálunum góðar umstøður. Annars skal eg eisini viðmerkja, at eg dugi ikki at síggja, at ein broyting frá d`Hondts roknihátti til Sainte-Lagues gevur nakra serliga meining og skuldi væl veri óneyðug.
Um hendan skipanin hevði verið nýtt við seinasta væl í 2004 hevði úrslitið verið hetta.

2004ABCDEHTotal

Norðoya valdømi1.4346027412648491484.038
2 1 1 4

Eysturoya vald.1.2172.0121.2545291.2544666.732
11+11+11+14+3

Norðstr. valdømi53166348960582782.403
+11 1 2+1

Suðurstr. vald.2.0412.6382.2675273.07678811.337
1 + 12 + 11 + 1 2+16 + 4

Vága valdømi53266337339263791.949
11 2

Sandoya valdømi25910532622285261.023
1 1 2
Suðuroya vald.5168181.47120581743.480
12 1 4

Total6.5307.5016.9211.4166.8901.65930.962

5 + 26 + 26 + 1+17 + 0+224 + 8

CITAT ENDAÐ.



Alt rætt og gott. Men tó. Í hesum førinum var brúk fyri 8 av 9 eykatingmonnum. Um vit hugsa okkum, at ein flokkur fær eini 30 til 40% av atkvøðunum á einum løgtingsvali - Fólkaflokkurin fekk á Bartalsmessuvalinum í 1943 oman fyri 40% - so fara vit óivað at renna okkum í hetta 9 - tals loftið. Tá hevði hesin SEINTE-LAGUES roknihátturin komið væl við, tí hann í sínum eginleika minkar um tørvin á eykatingmonnum. Og so tað sama sum eg havi nevnt áður, at allir eykamennirnir - í hesum føri 9 - verða býttir út hvørja ferð, so tingmannatalið verður altíð 33.

Orðið eykamaður. Ein eykamaður er hann, sum fer inn á ting, tá hinum fasta tingmanninum berst frá. Tað er ikki tað, sum ein eykavaldur tingmaður ger. Hann fer ikki inn á ting fyri ein annan, men sum sjálvstøðugur tingmaður. Tí er heitið eykamaður í hesum høpi ikki brúkbart, og tað setur eisini hesi tingfólk á eitt lægri støði. Men tey eru í veruleika líka nógv verd og vird sum hini valumdømisvaldu. Eg haldi tí, at hesi heldur eiga at verða kallaði javnsbjóðisvald tingfólk.
Men at enda skal sláast fast, at tað stóra brekið við vallógini er, at tað eru ov nógvir valumdømisvaldir tingmenn og ov fáir javnbjóðisvaldir. Hava tingmenn dirvi til at broyta hetta - tað er spurningurin.

Framtíðin. Um eini 10 til 15 ár kunnu vit rokna við, at størri helmingurin av føroyingum býr í Suðurstreymi. Hvat gera vit so? Skal eitt valdømi valda hinum seks? Hetta má umhugsast skilagott!
Vónandi fáa vit eina góða og rúmsátta vallóg.