Valkyrja hjá Týr er eitt satt meistaraverk!

Fríðálvur Jensen
----
– at fara ein gongutúr við sein­astu útgávuni hjá teim­um á iPhone´ini, er eitt satt njótilsi!
Eg havi roynt at fylgt teim­­um hesar seinastu mán­aðirnar og hevði varhugan av, at teir fóru at koma við teirra bestu útgávu - nakrantíð.
Við hesi útgávuni hava teir rakt ein nógv breiðari lurt­ar­askara, tí teir hava torað at fara yvir á ein kanska “mild­ari” rock, sum eisini hevur givið pláss fyri eini kvinnu­ligari rødd – í lagnum “The Lay of Our Love.”
Tá eg hoyrdi undanlagið “Blood of Heroes” fekk eg kensluna, at tað kundi neyvan verða nakað betri, men eg má siga, at ØLL útgávan “osar” av væl gjøgnumførdum arbeiði, sum er so imponerandi við allari útgávuni!
Teir hava eisini givið rúmd fyri “Grindavísuni,” sum hevur verið teirra “vøru­merki,” um ein so kann siga, men eisini her kann ein hoyra eitt meira “polerað” ar­beiði, sum kortini eisini gevur pláss fyri tí “ráa.”
“Nation” er eitt avbera gott lag, men seinasta lagið “Cemetery Gates” vísir eitt veru­ligt lop, sum gevur rúmd fyri tí bleyta og harða, sum er ein fantastisk og øðr­vísi uppseting, sum teir hava havt dirvi at leggja úr hond­um.
Meginparturin er á ensk­um, sum, eg haldi, gevur út­gávuni ein nógv meira altjóða dám, sum ivaleyst fer at bera teir langt fram.
Hetta er sanniliga ein útgáva, sum er verd at ogna sær og skal hon fáa 10 av 10 stjørnum frá mær!
Hoyr her lagið: “Blood of Heroes”
www.youtube.com/watch