Valkvøldsdansurin við Jens Lisberg´s og 1448

Nú nærkast til løgtingsvalið, og í tí sambandinum verður stórur valkvøldsdansur við Jens Lisberg´s og 1448 í høllini í Trongisvági.

 

Aftaná, at spenningurin hevur lagt seg og valúrslitið er kunngørt, verður seinni leygarkvøldið 29.okt. kl. 23:30 boðið í høllina til gott undirhald við góðum dansitónleiki, har ikki minni enn tveir dansitónleikarabólkar fara á pallin. Jens Lisberg hevur seinastu tíðina verið í venjingarhøli við nýggjum royndum tónleikararum, har teir hava vant so at siga alt tað, sum

Jens Lisberg hevur borðreitt og undirhildið við kring landið, tá ið góðar dansur hevur verið á skránni.

 

1448 er ein tónleikarabólkur, sum er samansettur við løgreglumonnum. og sum eisini eru sera dugnaligir tónleikarar. Teir hava fleiri ferðir verið á pallinum og spælt til dans og duga sera væl at seta lív í við teirra úrvalið av kendum dansiløgum. sum teir spæla.

 

Klokkan 02:00 skal klokkan flytast aftur til kl. 01:00 ,og sostatt verður hetta rimmar dansikvøldið ein heilan tíma longri enn vanligt.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.