Valkortini koma mánadagin

Valkortini til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar koma við postinum mánadagin. Samstundis verða dagførdu vallistarnir sendir kommununum.

Tað sigur Umhvørvisstovan á síni heimasíðu í dag.

Tá val eru í Føroyum, er tað í flestu førum uppgávan hjá landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini prentað og send til veljararnar. Teir tilhoyrandi vallistarnir verða samstundis sendir kommununum.

- Umsitingin av landsfólkayvirlitinum er ein partur av Umhvørvisstovuni, har nøkur starvsfólk pakkaðu valkortini í gjár. Valkort og vallistar verða prentaðir á Elektron og borin út av Posta, sigur Umhvørvisstovan.

Lagt verður aftrat, at í mun til løgtingsvalið herfyri, eru nøkur valstøð broytt:

Í Klaksvík verður valt í býráðshøllini, á Toftum og í Leirvík verður valt í fimleikarhøllin, og soleiðis verður eisini í Gøtu og í Kvívík.

Umhvørvisstovan vísir til sína heimasíðu, har fullfíggjað yvirlit vísir øll valstøð í landinum.