Valkjak úr Klaksvík

Leygarkvøldið skipaði Rás2 fyri valkjaki í sendingini Leygarkvøld í Klaksvík. Vertir í sendingini vóru Rannvá Gaard Fossaberg og Eyðun Klakstein. Sent varð frá Eik banka í Klaksvík.

Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar, sum stilla upp til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu, vóru við í kjakinum.

Áðrenn sjálva valsendingina vóru eisini samrøður við tvey listafólk, Pól Skarðenn og Jórun Høgnesen og livandi tónleikur við Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein sum ein bólkur, meðan Hans Andrias Jacobsen og Fróði Baldvinsson sum annar bólkur spældu og sungu.

Umboðini fyri flokkarnar vóru: Gunvá við Keldu, Fólkaflokkurin, Jógvan Skorheim, Sjálvstýrisflokkurin, Óluva Klettskarð Tjóðveldi, Tummas Lervig Javnaðarflokkurin og Símun Michael Sørensen Sambandsflokkurin.

Kjakast varð um ætlanir fyri næstu fýra árini og um samstarv millum meiriluta og minniluta. Eisini vórðu umboðin spurd um í mun til tað, tey ætlaðu at fremja, skuldi liggja á láni, tí ikki slepst undan, at okkurt má bíða, tá ið nógv verður lovað?

Tá gekst eitt sindur meira striltið at svara. Men trivnaðurin við nýggjum skúlan, umvæling av svimjihøllini, rennibreyt o.t. hevði høga raðfesting hjá flestu valevnunum. Tó helt tað eina valevnið, at skuldi alt hetta henda, so mátti útbygging av Norðhavnini bíða, tí hon var sum er rímiliga væl fyri.

Eitt spennandi kvøld við frálíkum kørmum í snotiliga hølunum hjá Eik.

Orð og myndir: Dávur Winther