Valið í Eysturríki gevur Ungarn og Póllandi ein vin í ES

Við úrslitinum av valinum í Eysturríki fær ES nýggja mótstøðu viðvíkjandi tiltøkum móti Ungarn og Póllandi.

 

Valúrslitið í Eysturríki fer sambært Lykke Friis, forkvinnu fyri Undenrigspolitisk selskab og prorektor á Københavns Universitet, at skapa frøi í Ungarn og Póllandi.

 

Alt bendir á eina stjórn undir leiðslu av 31 ára gamla konservativa Sebastian Kurz í samgongu við ES og innflytarakritiska flokkin, Frælsisflokkin, við Heinz-Chritian Strache á odda.

 

– Kurz hevur lagt dent á ein strangari flóttafólkapolitikk og marknaeftirlit. Hann sær onga meining í eini skipan við felags fíggjarmálaráðharra og fíggjarætlan fyri evrulondini, sigur Lykke Friis.

 

– Hann hevur avgjørda støðu til at hava ein sterkari felagsskap við Visegrád-londini. Strache hevur sagt, at tey ikki skulu blanda seg uppí, hvat tey gera í Póllandi og Ungarn.

 

Og tá meinar Lykke Friis við kritikkin í ES mótvegis Ungarn og Póllandi fyri at bróta fólkaræðisligu spælireglarnar.

 

Visegrád-londini eru tey bæði londini saman við Slovakia og Tjekkia. Tey fýra londini eru felags um ynskið um strangari marknaeftirlit og ES-politikk mótvegis migrantum.

 

Og nýggi felagsskapurin, sum sambært Lykke Friis eisini kallast »Visegrád pluss ein" kann skjótt gerast veruleiki,

 

– Tað verður tosað um, hvussu hendan trupla støðan skal viðgerast sæð við ES brillum, tá hugt verður nærri upp á rættarsamfelagið í Unganr og Póllandi, sigur Lykke Friis.

 

/ritzau/