Valið í Zimbabwe longt

Bíðirøðirnar vóru so langar við valstøðini í Zimbabwe, at neyðugt var at leingja valið við einum degi.

Tað var eftir áheitan frá andstøðuni, at hægstirættur í Zimbabwe gjørdi av at leingja valið við einum degi, og tí lótu valhølini uppaftur í gjár. Andstøðan hevði kravt, at øll valhølini í landinum skuldu vera opin í gjár afturat, men tað vildi stjórnin ikki góðtaka. Kortini ásetti rætturin, at valhølini í høvuðsstaðnum Harare og grannabýnum Chitungwisa skuldu lata uppaftur mánamorgunin. Júst hesir báðir býirnir verða mettir sum tvær av háborgunum hjá andstøðuni.
Valið í Zimbabwe byrjaði leygardagin og helt fram sunnudagin, og báðar dagarnar stóðu fólk í longum bíðirøðum og bíðaðu eftir at sleppa at velja. Andstøðan legði stjórnina undir at hava skipað so fyri, at fá valstøð vóru í teimum stóru býunum, har andstøðan hevur stóra undirtøku. Hinvegin vóru nógv valstøð á bygd, har flokkurin hjá Robert Mugabe, forseta stendur sterkur.
Tað er enn óvist, nær úrslitið av valinum verður almannakunngjørt, men spenningurin um úrslitið er sera stórur.
Zimbabwiski herurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at viðurkenna úrslitið, vinnur andstøðan, og tí bera eygleiðarar ótta fyri hernaðarkvetti, skuldi andstøðan vunnið.