Valið verður spennandi

Alt bendir á, at ríkisdagsvalið í Svøríki um fjúrtan dagar verður sera spennandi.

Tær seinastu meiningakanningarnar benda kortini á, at teir borgarligu flokkarnir fara at vinna, og at sosialdemokratarnir noyðast at fara frá eftir at hava sitið við landsins leiðslu tey seinastu tólv árini.

Tað er eisini líkt til, at teir borgarligu fara at vinna valið í høvuðsstaðnum. Síðani 2002 hevur ein reyð/grøn samgonga stýrt býráðnum í Stockholm, men ein kanning hjá Dagens Nyheter vísir, at teir borgarligu fara at vinna hesaferð. Er kanningin eftirfarandi, fáa teir borgarligu flokkarnir góð 11 prosent fleiri atkvøður í høvuðsstaðnum enn sosialdemokratarnir og teirra stuðulsflokkar.

Tey, sum hava gjørt kanningina fyri Dagens Nyheter, vænta ikki, at sosialdemokratarnir kunnu venda gongdini nú so stutt undan valinum. Í øllum førum skal nógv til, siga tey.