Valið í Ukraina útsett

Viktor Jusjtjenko, forseti, hevur útsett tjóðartingsvalið fýra vikur. Viktor Jusjtjenko sigur, at hann er framvegis sannførdur um, at stjórnin og meirilutin í tjóðartinginum hava brotið grundlógina, og at hnn tí hevur rætt til at útskriva nýval.

Kortini hevur hann avgjørt at útseta valið frá 27. mai til 24. juni. Orsøkina sigur hann vera, at valnevndin er ikki skipað enn, og at tað tí er rættast at bíða eitt sindur við valinum.

Seinastu tíðina hava viðhaldfsfólk hjá forsetanum og viðhaldsfólk hjá stjórnini skipað fyri mótmælum í Kiev og aðrastaðni. Tey hava nú gjørt av at binda frið, meðan Hægstirættur viðger spurningin, um forsetin hevfur rætt til at skriva út nýval ella ikki.