Valið í Týsklandi skapar óvissu

Dollarin viknaði nógv seinastu vikuna av tí neyðstøðu, sum melduródnin Katrina setti USA í. Men nógv er longu vunnið inn aftur. Ikki tí at støðan í USA er batnað nakað serligt, heldur tí politisk óvissa ræður um úrslitið av valinum í Týsklandi. Børs-fólk vænta, at valúrslitið verður óklárt, so eingin av teim stóru flokkunum, SPD ella CDU, kunnu gjøgnumføra ein reinan politik, sum fær búskapin á føtur aftur. Í løtuni bendir nógv á, at ein "Grosse Koalition" verður gjørd aftaná valið, og óklárt er hvør politikkurin so verður.
Danske Bank hevur í "Outlook" frá 8. september sett vónirnar um búskaparliga framgongd í heiminum niður. Orsøkin er í fyrsta lagi teir høgu olju- og benzinprísirnir, sum fingu eitt eika spark uppeftir aftaná melduródnina Katrina fyri 2 vikum síðani. Danske bank metir nú, at vøksturin í 4. kvartali í USA verður null, men eisini Europa verður negativt ávirkað.
Um møguligu politisku støðuna í Týsklandi skrivar Danske Bank: "Sandsynligvis skal Tyskland ledes af en stor koalition mellem SPD og CDU. Dette er ikke umiddelbart positivt for euroen, da det efterlader Tyskland med en temmelig mudret politisk situation."