Í morgin verður tjóðartingsval í Írlandi, men teir fyrstu umleið 1.000 veljararnir kundu velja longu í gjár. Hetta eru fólk, sum búgva á átta oyggjum úti fyri vesturstrondini.
Av tí at veðrið ofta tarnar ferðasambandinum millum meginlandið og oyggjarnar, gevur skipanin veljarunum á oyggjunum heimild at atkvøða tveir dagar fyri sjálvan valdagin.
Tað minsta valstaðið er á einari oyggj, sum eitur Inishfree. Har eru níggju fólk, sum hava valrætt.
Var veðrið til vildar, skuldi ein løgreglumaður fara inn á meginlandið í gjárkvøldið við atkvøðuseðlunum hjá veljarunum á teimum átta oyggjunum, skrivar Reuters.









