Pakistanar skulu á val tann 8. januar hóast morðið á andstøðuleiðaran Benazir Bhutto í gjár Tjóðartingsval verður í Pakistan tann 8. januar sum ætlað. Tað sigur virkandi forsætisráðharrin, Mohammadmian Soomoro.
Aftan á morðið á andstøðuleiðaran Benazir Bhutto í gjár væntaðu fleiri, at valið bleiv útsett ella avlýst, og onkur av andstøðuflokkunum hótti við at boykotta valið. Kortini hevur stjórnin gjørt av at halda val sum ætlað tann 8. januar.
Tað hevur verið ófriðarligt í Pakistan í nátt og í morgun, og sambært tíðindastovunum hava minst 11 fólk latið lív. Í Sindh-landslutinum hevur løgreglan fingið heimild til at skjóta eftir fólki, sum elva til ófrið.