Valiðnærkast

Oddagrein

 

Tað sæst á øllum lótum, at valið nærkast. Nógv brøgd eru at kenna aftur, um man lítir afturum bak og sær søguliga uppá tað.


Øll løgtingsval í Føroyum hava verið hildin áðrenn tíðina síðani 1988. Sjálvstýrisflokkurin má ivaleyst hava rekord í at slíta samgongur, og er hann nú aftur, sum hann plagar, og krevur at fáa sítt fingramerki á fíggjarlógina, um slit ikki skal vera. Tað margháttliga í hesum málinum er, at flokkurin sjálvur eigur landstýrismannin á økinum, keglast verður um.


Eitt er smaír flokkar, ið hava tann keðiliga óvana at slíta samgongur í seinastu setini áðrenn val, eitt annað eru stórir flokkar, ið eisini hava sínar óvanar uppundir val.


Her hugsa vit um Fólkaflokkin. Fólkaflokkinum dámar væl at disponera yvir landskassanum, serliga í einum valári. Jørgen Niclassen hevði ikki meira enn sett seg í landstýrissessin, áðrenn hann gav nøkrum fáum rækjuskipum skuldarsanering. Við øðrum orðum gjørdi hann nakað, ið er nógvar ferðir verri enn at játta eitt veðhald - hann gav nøkrum fáum reiðaríum skuldarsanering fyri nógvar milliónir uppá skattgjaldarans rokning. Hetta er Fólkaflokkinum so líkt. Teir erpa sær av at hava minkað studning til Vinnulívið í liberalismunar navni, samstundis sum gávuhýrurin aftir øllum at døma ræður í Fiskimálastýrinum.


Okkara dapra forsøgn er, at Fólkaflokkurin fer at fáa nógv burturúr hesum seinasta valskeiði. Vit hava longu sæð ætlaninar um at lata landsjørðina til nakrar fáar, og nú rumbla menn í vikuliga litfaldarnum hjá Fólkaflokkinum um, at okkurt má gerast við rækjuflotan, skal hann ikki verða lagdur á jólum. Hvat er nú hetta? Trúgva fólkafloksmenn ikki uppá sínar egnu liberalistisku ideologi, har marknaðarkreftirnar klára alt? Fella teir nú aftur í gomlu grøvina, har vinnulívsmenn hálova marknaðarkreftunum og sær sjálvum, tá tað gongur væl, men flokkast um landskassan og geva politikarum skyldina, tá tað gongur illa.


Við undantak av skuldarsaneringini, ið Jørgen Niclassen gav nøkrum fáum rækjutrolarum, so hevur Fólkaflokkurin enn ikki gjarað stórvegis úr landskassanum í hesum valskeiðnum, helst tí tíðirnar hava verið so framúr góðar. Nú tykjast tíðirnar at versna eitt sindur, og so verður Fólkaflokkurin at kenna aftur - vit sóu seinasta Dagblað, og kunnu bert øtast.