Valið loysir neyvan nakað

Norðurírar hava valt nýtt tjóðarting, men tingarbeiðið byrjar neyvan í bræði.

Sum væntað høvdu teir víðgongdu flokkarnir á báðum síðum framgongd á valinum í Norðurírlandi, og eygleiðarar eru á einum máli um, at tað er óheppið fyri ta politisku framtíðina í landspartinum.

Í gjár var ikki liðugt at telja atkvøðurnar, men sambært kanningum hevði tann politiski vongurin hjá IRA, Sinn Fein, vunnið meirilutan av teimum katólsku atkvøðunum og var sostatt vorðin størri enn tann hóvligi arbeiðaraflokkurin.

Á tí protestantiska vonginum hevði flokkurin hjá tí víðgongda prestinum Ian Paisley stóra framgongd, og ein kanning vísti, at hann og flokkurin hjá David Trimble, fyrrverandi fyrstaráðharra, lógu stavn um stavn. Kortini varð roknað við, at tann meiri hóvligi Trimble hevði fingið fleiri atkvøður.

Bretska stjórnin sett norðurírska sjálvsstýrið úr gildi í fjør, og valið mikudagin skuldi rudda slóð fyri at endurskipa tað. Men eygleiðarar í Belfast siga, at framgongdin hjá teimum víðgongdu flokkunum ger tað næstan ómøguligt at fáa nakað skipað politiskt arbeiði.

Harafturat vísti tann lítla valluttøkan, at nógvir norðurírar hava mist vónina um, at tað yvirhøvur ber til hjá protestantum og katolikkum at samstarva, siga eygleiðarar við BBC.