Valið í listafelag var avgerandi

Tá ið limirnir í felagnum Føroysk Myndlistafólk valdu umboð til stýrið fyri Listasavnið, var tað samstundis avgerandi fyri maktjavnvágina í stýrinum

Tá ið felagið Føroysk Myndlistafólk herfyri hevði aðalfund, vóru avgerandi nevndarval á skránni, og tá ið tey etableraðu listafólkini hildu seg vera við undirlutan í hesum nevndarvali, rýmdu tey úr felagnum.
Val var av nýggjum limi til nevndina í felagnum, tí Aase Bømler Olsen tók seg aftur. Valið stór millum Guðrið Poulsen og fyrrverandi leiðaran á Listasavninum, Bárð Jákupsson. Guðrið Poulsen vann, og so var ein av teimum mest royndu listarmonnunum vrakaður til nevndina.
Føroysk Myndlistafólk skuldu eisini velja eitt fólk í stýrið fyri Listasavn Føroya, og her stóð valið aftur millum ein av teimum etableraðu og ein av teimum yngru, og aftur var tað tann meira royndi, Tróndur Patursson, sum var við undirlutan í atkvøðugreiðsluni. Fundarfólkið vildi heldur hava Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen at umboða felagið í nevndini.

Javnvágin
Valið av Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen er rættiliga avgerandi fyri javnvágina millum teir báðar bólkarnar, sum nú tykjast verða meira ella minni í opnum stríði, tá ið tað snýr seg um Listasavn Føroya.
Gunnar Hoydal, sum er valdur av Mentamálaráðnum, er formaður í stýrinum fyri Listasavnið, og hann tekur undir við sjónarmiðunum hjá teimum etableraðu listarfólkunum ? til dømis um, at ein listafrøðingur skal stýra Listasavninum.
Hini trý fólkini í stýrinum verða ikki roknað við millum tey etableraðu listarfólkini, men tað eru í roynd og veru tey, sum hava meirilutan í stýrinum fyri Listasavnið. Heðin Mortensen, Helgi Fossadal og Sigrun G. Niclasen, sum loysir Astri Luihn av í stýrinum, kunnu taka avgerðir, sum ganga ímóti formanninum.

Kundi verið øðrvísi
Høvdu Føroysk Myndlistafólk hinvegin valt Trónd Patursson at umboða seg í stýrinum fyri Listasavnið, so hevði støðan verið ein heilt onnur, tí so høvdu hann og formaðurin havt meirilutan í nevndini, kom tað til skarpskeringar.
Formaðurin í stýrinum vil hava ein listafrøðing í starvið sum leiðari á Listasavninum og er ímóti innstillingini av Helga Fossadal, sum ikki hevur listafrøðisliga útbúgving, hóast hann hevur gott innlit í list og hevur drúgvar leiðsluroyndir.
Tróndur Patursson er eitt av teimum 13 listarfólkunum, sum hevur skrivað undir yvirlýsingina um, at eina listafrøðingur skal í starvið, og sambært Dimmalætting í gjár, er tað núverandi listafrøðingurin á Listasavninum, danska Inger Smærup Sørensen, sum tey etableraðu vilja hava í starvið.
Hon er ein av teimum fýra umsøkjarunum, men varð ikki innstillað av Føroyskum Myndlistafólkum og Listafelagi Føroya. Tey bæði feløgini vilja heldur hava Helga Fossadal í starvið.

Felag fyri øll
Eftir aðalfundin í Føroysk Myndlistafólk meldaðu 11 listafólk seg úr felagnum, tí tey hildu, at felagið ikki umboðaði tey á fullgóðan hátt longur. Tey hildu, at tey meira etableraðu listarfólkini ikki høvdu ávirkan í felagnum.
? Vit koma altíð í minniluta og fáa ongantíð okkara ígjøgnum. Meirilutin eru listahandverkarar og frítíðarmálarar, og tað eru samstundis teir, sum fáa politiska ávirkan umvegis Myndlistafelagið, segði Tróndur Patursson, listarmaður, við Dimmalætting í gjár.
Hesum er formaðurin í Føroysk Myndlistafólk als ikki samdir í.
? Vit hava eitt felag, sum vil arbeiða til frama fyri øll føroysk listarfólk, ikki bara einum avmarkaðum bólki, sum heldur seg vera betur enn hini, sigur Kári Svensson.

- - -

Politiska listin

Tríggjar nevndir hava ávirkan á, hvør skal verða leiðari fyri Listasavn Føroya. Føroysk Myndlistafólk og Listafelag Føroya gera innstilingar, og stýrið fyri Listasavnið setir leiðarin.

Føroysk Myndalistafólk:
Kári Svensson, form.
Guðrið Poulsen
Sigrun G. Niclasen

Listafelag Føroya:
Pál Weihe, form.
Helgi Fossádal
Marjun Sigurðardóttir
Annika Marr Poulsen
Malan Marnersdóttir

Stýrið fyri Listasavnið:
Gunnar Hoydal, form.
Helgi Fossadal (Malan
Marnersdóttir, varalimur)
Heðin Mortensen
Astri Luihn (Sigrun G.
Niclasen er nývald)