Valið í Italia gav onga loysn

Mið-vinstrasamgongan í Italia hevur tryggjað sær flerst tinglimir, men má fáa stuðul frá annaðhvørt skemtaranum Beppe Grillo ella fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi fyri at skipa stjórn.

Tá 99,9 prosent av atkvøðunum vóru taldar í nátt, hevði mið-vinstrasamgongan fingið 29,5 prosent av atkvøðunum og tey konservativu 29,2 prosent til undirhúsið. Til Senatið hevði mið-vinstrasamgongan fingið 31,6 prosent og tey konservativu hjá Berlusconi 30,7 prosent. Hetta gevur ongum meiriluta at skipa stjórn.

Skal oddamaðurin í mið-vinstrasamgonguni, Pier Luigi Bersani, skipa stjórn, skal hann hava undirtøku frá í minsta lagi 158 limum í undirhúsinum. Sjálvur hevur hann bara 121. Bersani fær stuðul frá fráfarandi forsætisráðharranum, Mario Monti, men hann hevur bara 22 umboð í undirhúsinum, so tað munar ov lítið.

Tí má Bersani fáa stuðul frá Grillo og hansara 54 umboðum í undirhúsinum ella frá Berlusconi. Tað seinna er sambært politiskum eygleiðarum ikki serliga sannlíkt.