Valið í Iran:

Tjóðartingsval er í Iran í dag. Roknað verður ikki við nøkrum bata fyri fólkaræðið í Iran, tvørturímóti, tí at Vaktarráðið í Iran ? ovasta trúarráðið ? hevur vrakað meira enn triðja hvørt valevni, harav 80 tjóðartingslimir

Hanus Kamban
?????????????

Í DAG er val til
tjóðartingið í Iran. Tey, sum spent bíða eftir úrslitinum, kunnu ikki annað enn harmast um, at hetta landið tykist at kalla gloymt, eftir at USA og tess sameindu fóru í kríggj móti grannalandinum Irak, og nú stórveldini royna at gróðurseta okkurt slag av fólkaræði á toftunum eftir Saddam Husseins blóðdálkaðu borg.
Sjálvsagt hava vit kortini hoyrt um tann ræðuliga jarðskjálvtan annan jóladag í fjør í býnum Bam í Iran, har o.u. 30.000 fólk lótu lív. Og onkur minnist kanska, at Shirin Ebadi, iransk kvinna og løgfrøðingur, tann 10. desember í fjør fekk friðarvirðisløn Nobels.

TAÐ STÓRA vegamótið í nýggjari iranskari søgu er árið 1979, tá Ruhollah Khomeini ajatolla setti á stovn eitt islamskt teokrati ella gudsríki og soleiðis gjørdi enda á harðræðinum hjá Mohammad Reza shahi. Allur politikkur í nýggjari tíð í Iran er merktur av hansara skugga.
Royndirnar at koma burtur úr hesum skugga fingu politiskt skap í 1997, tá umbótarrørslan vann valið, og hennara oddamaður Seyed Mohammad Khatami varð valdur til forseta. Men síðan valið í 2001, tá umbótarrørslan aftur sigraði, tykist hennara støða at vera nógv viknað. Khatami tykist ikki at hava umboðað rørsluna nóg djarvt og nóg treystliga, og sostatt er álitið á hann nógv minkað. Samstundis hevur tann islamski prestaskapurin hert sín ágang móti teimum broytingarhugaðu. Nakað undan valinum varð kunngjørt, at tað sonevnda Vaktararáðið - ovasta trúarráðið í Iran - hevði vrakað o.u. 3000 av tilsamans 8.200 valevnum, teirra millum 80 tinglimir.
Mong av oddafólkunum í umbótarrørsluni hava svarað við at heita á fólk um at sita heima á valinum í dag. Teirra millum er Mohammad Reza Khatami, lækni, sum var við til at stovna Irans islamsku samstarvsfylking (IIPF). Khatami, sum er bróðir forsetan og giftur við eini abbadóttir Khomeini, mælir fólki til at ikki at fara á val - og á henda hátt gera greitt, at tey ikki vilja løggilda eitt ódemokratiskt stýri. Umframt Khatami hava eisini eitt nú Shirin Ebadi, tann fongslaði akademikarin Hashem Aghajari og filmsleikstjórin Manidse Hekmat mælt fólki til óvirkna mótstøðu.
Aftan fyri seg hava hesi fólk ungdómin, tey intellektuellu, fólk úr miðalstættini og - kanska fyrst og fremst - konufólkini í Iran.
Úrslitið av valinum verður tí helst, at afturhaldsflokkarnir vinna. Hinvegin kann valuttøkan fara at vera so lítil, at hon verður ein smeitur fyri prestastýrið, sum leggur dent á at hava islamskan og fólkaræðisligan stuðul. Verður valluttøkan minni enn 50%, er umdømið hjá prestastýrinum í vanda.

MENTANIR FÚNA, og siðir broytast. Tey, sum hava lært søgu, minnast kanska ta persisku gulløldina, tá keisarar sum Kýros, Dareios og Xerxes gjørdu ríkið gitið. Onnur minnast trúarlærarar sum Zarathustra, heimspekingar sum Avicenna, yrkjarar sum Jelaluddin Rumi. Tey, sum hava hoyrt Hanus Johansen ella lisið Rikard long, minnast yrkjaran Omar Khajjam, sum tók soleiðis til:

Í hesi verð eg visti ikki hví
at vatnið rann og hvat tað rennur í,
og vindurin, ið fer at fløtu fram,
hann blæsur eins og blásti alla tíð.

Hvussu ber tað til, at eitt fólk við slíkari mentan skuldi enda í hondunum á trongum, døprum, svartklæddum sektaristum? Hvussu bar tað til, at Khomeini ajatolla, ein døkk anakronisma, ein fornleivd úr eini miðøld, sum europeisk lond langt síðani hava lagt aftur um bak, slapp at grunda sítt gudsríki í sama jørðildi, har Avicenna útlegði Aristoteles, og Rumi við orðum sum »eg havi hvørki átrúna ella kreddu ... mítt heim er handan stað og navn« boðaði frá síni ævinligu tortrúgv? Hevur iranska fólkið ongantíð hoyrt um fólkaræði? Um Voltaire ella Montesquieu?
Jú ? meira enn so. Longu í 1906 fekk Iran eitt tjóðarting og eina demokratiska stýrisskipan. Um somu tíð komu verk eftir kendar europeiskar heimspekingar út í persiskari týðing. Í 1951 fekk landið á fyrsta sinni møguleika at royna flogið sum fólkaræði í vesturlendskari merking. Tess stinnasti demokratur og fyrsti frælsi forsætisráðharri æt Mohammad Mossadegh.

SØGAN UM Mossadegh, um hvussu hansara stýri varð felt, og um hví hansara navn í dag er gloymt, er eisini søgan um, hvussu vesturheimurin ferð eftir ferð hevur svikið sínar egnu hugsjónir. Hon er søgan um ta iransku oljuna og tær krámhendur, sum hava roynt at ognað sær hana. Hon er søgan um, hví Ruhollah Khomeini og hansara eftirmenn - sum áttu at hildið seg innan fyri moskunnar dyr og ongantíð sloppið í nánd av lóggávu ella verðsligum valdi - sluppu at taka kvørkratak um tað iranska fólkaræðið. Og hon er somuleiðis søgan um, hví vit í dag liva í einum heimi, har yvirgangur og sjálvmorðsatsóknir vinda upp á seg dag frá degi.
??????????

Í greinarøð í fýra pørtum, sum byrjaði í Sosialinum tann 7. februar, verður greitt frá søguni um Mohammad Mossadegh, um hansara søguligu fyritreytir, hansara persónleika, hansara sigrar, hansara fall og at enda um avleiðingarnar av hesum falli.
Triði partur - sum hevur heitið OPERATIÓN AJAX, og har kvettið í 1953, og serstakliga leikluturin hjá Bretlandi og USA í hesum hendingum, verða lýst í staklutum - kemur í morgin.