Valið á Internetinum

.

Á løgtingsvalinum 30. apríl verður gjørligt hjá fólki eisini at fylgja við úrslitinum av valinum á Internetinum.

Føroyingar uttanlands og onnur, sum hava atgongd til Internetið, kunnu á heimasíðuni »val 98« lesa valúrslitini, so hvørt sum tey koma.

Tiltakið er eitt samstarv millum sjónvarpið, útvarpið og telefonverkið.

Henda heimasíðan hevur adressuna »http, kolon, skákstrika, skákstrika, val, bindistrika, 98, punktum, olivant, punktum, fo«.

Valkvøldið fáa føroyingar í Danmark eisini møguleika fyri at fylgja við valsendingini hjá útvarpinum. Danmarks Radio fer at samsenda við útvarpið á millumbylgju, á 1062 kHz. Sendingin í Danmarks Radio byrjar klokkan 20 danska tíð.