Høvuðstátturin í trivnaðinum er barnaansingin, skúlarnir og eldraøkið. Men umframt hesi, so er trivnaðun eisini mentanartilboðini, ítrótturin og ikki minst møguleikarnir at liva í kommunu við alskyns privatum tænastum.
Skulu fólk støðast, so er samanrenningin av ymsu tilboðunum avgerðandi fortreytin fyri trivnaðinum.
Hetta setir stór krøv til kommunalu politikararnar, sum skulu finna røttu javnvágina millum at fremja neyðugu menningina og so at ansa eftir, at skatturin ikki drepur virkishugin og fær fólka at stinga í sekkin.
Henda veruleika hevur fólkaflokkurin altíð fyri eygað - at býta ágóðarnar, so mest møguligt fæst fyri hvørja krónu, sum kommunan leggur hald á hjá borgarunum.
Hetta eru eisini mín grundsjónarmið. Ger valdagin til tín møguleika og framtíðina fyri øll.
Vel virkisfýsni,
Vel Vagn